Liverpool ongan kjans

(Champions League) Liverpool hevur uppgivið at vinna á Real Madrid og sparir spælarar sum Gerrard og Sterling

Fyrstu dystirnir í fjórða umfari í Champions League bólkaspælinum verða spældir í kvøld. Talan er um somu uppgerðir, ið vóru spældar í triðja umfari, men nú við heimaliðnum á útivølli.

 

Á Santiago Bernabéu í Madrid tekur Real Madrid móti Liverpool. Fyri fimm árum síðani vann Liverpool 1-0 á Real Madrid, men til dystin í kvøld tykist Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool, longu at hava givið skarvin yvir.

 

Seinastu boðini úr bretsku miðlunum eru, at spælarar sum Steven Gerrard, Raheem Sterling og Dejan Lovren verða spardir við tí fyri eyga, at spæla móti Chelsea komandi vikuskiftið í Premier League.

 

Tað kann tykjast sum at Liverpool longu hevur givið upp, áðrenn dysturin er byrjaður. Her er ein stutt upptakt til dystirnar í bólki A, B, C og D, sum verða í kvøld.

 

Bólkur A:

Atletico Madrid er stórfavorittur at vinna á Malmø í kvøld, men Åge Hareide, venjari hjá Malmø, vísir á, at svenska meistaraliðið ikki hevur tapt á heimavølli í Evropa í trý ár. Danski málverjin hjá Malmø, Ruben Olsen, fór skaddur av vøllinum í 5-0 tapinum í umvenda dystinum í Madrid. Hann er tøkur aftur til í kvøld.

 

Massimiliano Allegri, venjari hjá Juventus, krevur ein sigur á Olympiakos, sum vann á júst Juventus í farna umfari. Olympiakos hevur trý stig fleiri enn Juventus, og tí kunnu teir brúka ein javnleik til nógv meiri enn gamla daman úr Torino.

 

Støðan:

1. Atletico Madrid 6

2. Olympiakos 6

3. Juventus 3

4. Malmø 3

 

Malmø - Atletico Madrid (19:45)

Juventus – Olympiakos (19:45)

 

Bólkur B:

Real Madrid gjørdi skjótt av á Anfield í farna umfari og vann 3-0. Cristiano Ronaldo er tvey mál frá at taka metið frá Raúl, sum tann mest skoraði spælarin í Champions League søguni. Bretskir miðlar skriva, at Liverpool sparir spælara til dystin, so tað er ikki óhugsandi, at Cristiano Ronaldo fær eitt mál ella bæði tvey. Real Madrid hevur eisini Gareth Bale tøkan aftur eftir skaða.

 

Basel misti ein gyltan møguleika at leggja sjógv niður til Liverpool, tá teir farna umfar taptu 1-0 fyri Ludogoret í Bulgaria. Vinnur Basel í kvøld, meðan Liverpool sum væntað tapur í Madrid, so er felagið úr Sveis í góðari støðu at koma víðari úr bólki B. Liverpool og Basel møtast 9. desember á Anfield í einum dysti, sum kann avgera hvør teirra kemur víðari.

 

Støðan:

1. Real Madrid 9

2. Ludogorets 3

3. Liverpool 3

4. Basel 3

 

Real Madrid – Liverpool (19:45)

Basel – Ludogorets (19:45)

 

Bólkur C:

Bayer Leverkusen vann 2-0 á Zenit seinast, men venjarin hjá Leverkusen, Roger Schmidt, væntar ikki ein eins lættan dyst hesaferð. Leverkusen er uttan Kyriakos Papadopoulos í verjuni. Tað kemur illa við sigur venjari, og vísir eisini til torføru umstøðurnar at spæla fótbót í í Russlandi hesa ársins tíð.

 

Benfica hevur ryggin móti múrinum undan dystinum í kvøld. Teir mugu og skulu vinna á Monaco, um teir skulu hava nakran møguleika at koma víðari. Vænta tó ikki nógv mál, tí Monaco hevur spælt tveir málleysar javnleikir og vunnið ein dyst 1-0.

 

Støðan:

1. Bayer Leverkusen 6

2. Monaco 5

3. Zenit 4

4. Benfica 1

 

Zenit - Bayer Leverkusen (17:00)

Benfica – Monaco (19:45)

 

Bólkur D:

Arsenal kann so gott sum tryggja sær plássið í endaspælinum, við at vinna á Anderlecht í kvøld. Arsenal er uttan Jack Wilshere, men Theo Walcott er tøkur aftur, eftir at hann bleiv innskiftur móti Burnley um vikuskfitið, eftir at hava verið skaddur í tíggju mánaðar.

 

Borussia Dortmund er í kreppu í landskappingini, men teir hava beina kós móti endaspælinum í Champions League. Jurgen Klopp, venjari hjá Dortmund, hevur biðið um arbeiðis fri í eina tíð fyri at fáa beinað skútuna á beint aftur.

 

Støðan:

1. Borussia Dortmund 9

2. Arsenal 6

3. Anderlecht 1

4. Galatasaray 1

 

Arsenal – Anderlecht (19:45)

Borussia Dortmund – Galatasaray (19:45)