Tann síðsta vikan hevur ikki júst verið tann vakrasta í søguni hjá enska stórfelagnum, Liverpool FC. Síðsta vikuskiftið spældu teir ikki í Onglandi, tí FA Cup var á skránni, har teir eru blivnir slignir út av Arsenal. Í staðin hevði Liverpool valt at farið ein túr til Portugal á eina lítla venjingarlegu.
Sum flest øllum kunnugt, so endaði venjingarlegan í einum sonnum ruðuleika. Síðsta kvøldið høvdu flestu av leikarunum leitað sær ein túr í býin, og her var onkur teirra, sum fekk heldur nógv at drekka. M.a. bleiv polski málverjin, Jerzy Dudek lagdur í hondjørn í býnum, og walisiski landsliðsleikarin, Craig Bellamy, var sum ikki einaferð í miðdeplinum. Tá hann kom heim úr býnum, fann hann sær eina golfkøllu fram, breyt hurðina upp til kamarið hjá John Arne Riise, og so sló hann norska landsliðsleikarin við golfkølluni. Sum skilst, so gjørdi Bellamy hetta, tí hann var ónøgdur um, at Riise ikki vildi syngja karaoke úti í býnum.
Tá leikararnir komu heim til Onglands, vóru tað fleiri teirra, sum fingu stórar bøtur frá felagnum, so ikki kann sigast annað enn, at Liverpool fekk eina ræðuliga upptakt undan fyrru áttandeilsfinaluni í Champions League, har teir skuldu møta Barcelona á Camp Nou. Um tað var hetta, sum hevði sett spælararnar upp til dystin, skal vera ósagt, men teir vunnu dystin, og bæði Craig Bellamy og John Arne Riise fingu avgerandi leiklutir í dystinum.
Bellamy fekk gongd á Liverpool
Tað var annars heimaliðið, Barcelona, sum fekk eina betri byrjan uppá dystin. Fyrstu løtuna høvdu teir bóltin nógv, men teir høvdu ilt við at fáa hol á verjuna hjá Liverpool, sum stóð ótrúliga væl í stórum pørtum av dystinum.
Tá knappir 15 minuttir vóru farnir, fekk Barcelona tó hol á. Ronaldinho fekk bóltin í vinstru síðu, og við eini góðari avlevering fann hann Zambrotta, sum kom tvísporandi oman gjøgnum vinstru síðu. Hann slapp fram við Gerrard, áðrenn hann sendi bóltin inn í brotsteigin. Við handaru stong stóð portugisiski Deco púra leysur, og hann hevði ongar trupulleikar at seta bóltin í málið við høvdinum, og so var 1-0 til Barcelona.
Næstu løtuna legði Barcelona eitt stórt trýst á Liverpool málið, men so við og við minkaði trýstið, og Liverpool kom aftur betri við í dystin. Móti endanum av hálvleikinum fekk Liverpool fríspark mitt á hálvuni hjá Barcelona. Teir gjørdu skjótt av, spældu bóltin út í høgru síðu til Steve Finnan, sum legði bóltin inní brotsteigin. Har stóð Craig Bellamy fríur við handaru stong, og hann skallaði bóltin ímóti málinum. Victor Valdez sá út til at hava tamarhald á støðuni, men á ein ella annan hátt misti hann bóltin í málið, og so stóð 1-1, sum eisini var støðan, tá liðini fóru til hálvleiks.
Riise avgjørdi dystin
Hevði Barcelona verið betra liðið undan steðginum, so var Liverpool nógv betri við í seinna hálvleiki. Serliga Steven Gerrard kom sera væl frá dystinum í seinna hálvleiki, har hann í fleiri umførum setti verjuna hjá Barcelona undir trýst. M.a. sendi hann eitt fríspark móti málinum beint eftir steðgin, men hetta hevði Valdez ikki stórvegis trupulleikar við at bjarga.
Liverpool fekk eisini eitt fríspark inni í brotsteiginum hjá Liverpool um miðjan seinna hálvleik, tá dómarin metti Victor Valdez taka eina afturlegging upp í fangið. Her bleiv bólturin eisini rullaður fyri føturnar hjá Gerrard, men enn einaferð hevði Valdez eina góða bjarging í málinum hjá Barcelona.
Sum dysturin leið, lá líka sum í luftini, at skuldi ein vinnari finnast, so kundi tað líka so væl blivið Liverpool. Og tað bleiv eisini enska felagið, sum fekk síðsta orðið í dystinum. Eitt korter fyri tíð bleiv Kuyt spældur fríur inn um verjuna hjá Barcelona. Valdez bjargaði royndini hjá honum, men bólturin endaði hjá Bellamy, sum sendi bóltin tvørtur um brotsteigin til Riise. Hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til við høgra beininum, og bólturin endaði í málinum til 2-1 leiðslu til Liverpool. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og sostatt hevur Liverpool fingið eitt sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum.