Liverpool snávaði óvæntað

Meðan Manchester feløgini og Chelsea hava fingið eina flúgvandi byrjan, snávaði Liverpool heldur óvæntað í dag

Fleiri dystir hava verið spældir í Premier League í dag.

 

Fyrsti dysturin, sum varð spældur klokkan 12:45, var millum Stoke og Manchester City. Og har var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liði var. Manchester City vann dystin fult uppiborið 4-1, við tveimum málum frá Sergio Aguero og tveimum málum frá nýggja spanska leikaranum, Nolito.

Hóast fleiri høvdu væntað frammanundan at Stoke kundi geva Manchester City dygga mótstøðu á heimavølli, var avrikið hjá Manchester City sannførandi gjøgnum allan dystin.

 

Klokkan 15:00 byrjaðu so hinir dystirnir í Premier League í dag.

 

Liverpool, sum vann sannførandi á útivølli móti Arsenal í seinasta umfarinum, skuldi royna at varðveita góðu gongdina, tá teir á útivølli spældu ímóti Burnley. Men heldur óvæntað, vann Burnley dystin 2-0. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan í dystinum, og avrikið hjá Liverpool í dag var skuffandi í mun til avrikið á Emirates seinasta vikuskiftið.

 

Av hinum liðunum sum væntast at spæla í toppinum í ár, vunnu London feløgini, Chelsea og Tottenham sínar dystir. Tottenham vann 1-0 á heimavølli móti Crystal Palace, meðan Chelsea vann 2-1 á útivølli móti Watford. Og leingi var líkt til at Chelsea skuldi snáva á útivølli móti Watford. Watford førdi nevniliga 1-0 heilt fram til 80 minuttir vóru leiktir, tá Michy Batshuayi javnaði fyi Chelsea, og tríggjar minuttir fyri leiklok legði Diego Costa Chelsea á odda.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Stoke – Manchester City 1-4

Burnley – Liverpool 2-0

Swansea – Hull City 0-2

Tottenham – Crystal Palace 1-0

Watford – Chelsea 1-2

West Bromwich – Everton 1-2