Fyri einari viku síðan var hann ímyndin av Liverpool. Maðurin við níggju-talinum var tann leikarin, ið Liverpool viðhaldsfólkini vendu sær til, tá liðið manglaði mál. Við Kenny Dalglish á odda var Fernando Torres farin at líkjast sær sjálvum aftur við at skjóta fleiri mál, men bráddliga fór hann frá at vera ímyndin av Liverpool til at verða ein ímynd av einum svíkjara.
Ítróttarskrivarar og viðmerkjarar hava staðið í kø fyri at siga sína hugsan um bráddliga skiftið hjá spanska framherjanum, sum samstundis gjørdi hann til dýrasta leikaran í Bretlandi. Meiningarnar eru ymiskar, men eitt stóð greitt, fyrsti dysturin hjá Fernando Torres var móti gomlu liðfeløgunum.
Fernando Torres útskiftur
Ein tíma og seks minuttir eftir at Fernando Torres á fyrsta sinni byrjaði ein dyst við Chelsea, var hann útskiftur og hansara avrik var einki at reypa av. Frá bonkinum kundi heimsmeistarin og evropameistarin síggja Raul Meireles leggja gomlu viðleikararnar á odda eftir innlegg frá Steven Gerrard. Eitt innlegg, sum verjan og málverjin hjá Chelsea skuldi havt rudda burtur.
– Fernando Torres gjørdi sítt besta, men eg skifti hann út, tí hann hevur havt eina hendingaríka viku. Tað var torført at spæla móti Liverpool, tí teir vardu væl og spældu við trimum miðverjum. Eg haldi eisini, at vit eiga at brotsspark í endanum av dystinum, men tað nyttar einki at tosa um dómarin, tá dysturin er liðugur, sigur Carlo Anchelotti, venjari hjá Chelsea.
Fyri Liverpool og viðhaldsfólkini var sigurin á Stamford Bridge eitt greitt signal um, at ongin er størri enn Liverpool og at felagið heldur fram uttan Fernando Torres. Tað var Liverpool venjarin hjá Liverpool skjótur at leggja dent á.
– Vit hugsa bara um teir leikararnir, ið eru í felagnum og so taka vit ein dyst á gangin. Tú vinnur einki uttan hart arbeiði, áræði og stoltleika. Tað vístu vit í dag og tí vunnu vit, sigur Kenny Dalglish við SkySports.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um Liverpool nú er við í stríðnum um fjórða plássi, ið gevur atgongd til Champions League. Hann leggur dent á, at Liverpool nú tekur ein dyst á gangin.
Fyrsta tapið hjá Manchester United
Í vikuni takkaði Gary Neville fyri seg sum fótbóltsspælara. Hann hevur allan sína yrkisleið sum fótbóltsspælari spælt í Manchetser United, og hann hevur fingið rós allastaðni frá. Hann er kendur fyri sín kærleika fyri Manchester United og at ganga á odda við at vísa sína gleði, tá Manchester United vinnur. Um tað var hann, ið manglaði tá Manchester United leygarkvøldið tapti fyri fyrstu ferð í 29 dystum í Premier League er tó ikki til at vita.
– Hatta var ein frálíkur møguleiki at leggja sjógv millum okkum og Arsenal, men eg segði undan dystinum, at støðan hjá Wolverhampton í botninum í Premier League er ikki røtt, sigur Sir Alex Ferguson.
Komandi vikuskiftið skal Manchester United spæla grannauppgerð móti Manchester City á Old Trafford. Sir Alex er lítið feginum, at fleiri av hansara leikarum skulu spæla venjingardystir fyri síni landslið í vikuni.
– Tað er harmuligt, at tað er landsdystir í vikuni. Um tú spyrt meg, so er tað ørt, men vit mugu bara halda áfram, sigur Sir Alex Ferguson.
Arsenal spilti
gyltan møguleika
Tey flestu kenna onkran, ið hevur upplivað at fara heim ov tíðliga, tí liðið spælir ov illa. Eitt nú Liverpool viðhaldsfólk, ið sløktu fyri sjónvarpinum í hálvleikum í Champions League finaluni í 2005. Klaksvíksingar, ið rýmdu heim í hálvleikinum móti MB á sinni, tá Olgar Danielsen skoraði til 6-5 til KÍ í evstu løtu og tey sum fóru av Svangaskarið fimm minuttir fyri tíð í 2-2 javnleikinum móti Slovenia í 2000.
Á St James’ Park fóru summi ónøgd Newcastle viðhaldsfólk heim longu eftir 26 minuttum. Tá var Arsenal á odda 4-0. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, hevði Arsenal fingið ein mann útvístan, dómarin dømt tvey brotsspørk til heimaliðið og Newcastle hevði javnað til 4-4!
– Eg haldi, at Joey Barton (Newcastle, blaðm) eisini skuldi verið útvístur, men tað er ikki avgerandi hvat eg haldi, men at dómarnir taka røttu avgerðirnar. Vit spæla væl í dag og vit kunnu taka nógv gott heim við okkum, sigur Arsené Wenger.
Carlos Tevez kostaði Di Matteo starvið
Tað er ikki lætt at vera venjari í Premier League, tað kunnu fleiri venjarar skrivað undur upp á. Hesa ferð er tað venjarin hjá West Bromwich Albion, ið hevur fingið sparkið eftir 3-0 ósigrin móti Manchester City. Carlos Tevez skoraði øll trý málini. Hann skal komandi vikuskiftið spæla á gamla heimavøllinum hjá sær, Old Trafford, har Manchester United tekur ímóti.
Tað komu heili 41 mál í Premier League leygrdagin og tað er nýtt met. Frammanundan var metið 40 upp á ein dag. Málríkasti dysturin var á Goodison Park, har Everton vann 5-3 á Blackpool.
Manchester United er framvegis fremst í Premier League, men komandi fýra dystirnir koma helst at gerast sera týdningarmiklir. Fyrst kemur Manchester City á vitjan og síðani skal Manchester United spæla á útivølli móti Wigan, Chelsea og Liverpool. Liggur Manchester United framvegis fremst tá, so verður torført at ímynda sær nakran annað sum Premier League vinnar anno 2011.