Liverpool stórsigraði á Everton

Tíðliga í 2. hálvleiki var støðan 4-0, og so misnýtti heimaliðið á Anfield Road eisini eitt brotsspark

Stigatalvan sigur, at tað undan grannauppgerðini í kvøld stóð mest sum á jøvnum millum Liverpool FC og Everton. Eftir dystarlok er eingin ivi um, at tað eru teir reyðu, sum í løtuni eru væl betri fyri enn teir bláu.

Liverpool vann sannførandi 4-0 sigur á Everton. Eitt av eyðkennunum hjá Everton higartil í ár hevur verið trygt verjuspæl. Soleiðis var tað avgjørt ikki í kvøld, og tað gjørdu vandamiklu framrættaðu miðverjarnir sær dælt av. Liuðformaðurin Steven Gerrard setti hol á í 21. Minutti, og eftir lítlari løtu undan steðginum økti Daniel Sturridge tvær ferðir.

Málrevurin Luis Suarez, sum legði upp til triðja málið, staðfesti sigurin í 50. Minmutti. Daniel Sturridge fekk møguleikan at ger hattrikk lítla løtu eftir, at Suarez hevði økt til 4-0, men hann misnýtti brotssparkið.

Í kappingini um plássini í europeisku meistarakappingini var talan um lyklasigur hjá Liverpool, sum vísti sera sannførandi avrik.

Crystal Palace vann 1-0 á heimavølli ímóti Hull.