Liverpool víðari, FCK úti

Unirea kom annars á odda aftaná 18 minuttir, tá Joao Bruno Fernandes stútaði eitt horna í mál. Góðar tíggju minuttir seinni javnaði Liverpool. Unirea fekk ikki ruddað bóltin vekk eftir eitt Liverpool álop. Bólturin endaði hjá argentinska miðvallarinum Javier Mancherano, sum stutt uttanfyri brotssteigin smekkaði bóltin í netið. Løtu seinni avgjørdi Ryan Babel dystin, tá hann var fyrstur á eitt frísparksinnlegg. Í seinna hálvleiki økti Steven Gerrard til 3-1, sum eisini var endaliga úrslitið.

 

FCK tapti 3-1 í Fraklandi. Ben Arfa legði vertirnar á odda, og Bakari Kone økti til bæði 2 og 3-0. Ailton minkaði í seinastu løtu um munin.

 

Úrslitini í Europa League í kvøld: (Samanlagt)

 

Anderlecht - Athletic Bilbao 4-0 (5-1)

AS Roma ? Panathinaikos 2-3 (3-4)

Galatasaray - Atlético Madrid 1-1 (2-3)

Marseille ? FCK 3-1 (6-2)

PSV Eindhoven - Hamburg SV 3-2 (3-3)

Shakhtar Donetsk ? Fulham 1-1 (2-3)

Fenerbahce ? Lille 1-1 (2-3)

Hapoel Tel-Aviv - FK Rubin Kazan 0-0 (0-3)

Juventus - Ajax Amsterdam 0-0 (2-1)

Sporting Lisbon ? Everton 3-0 (4-2)

SV Salzburg - Standard Liege 0-0 (2-3)

Valencia - Club Brugge 2-0 (2-1)

Wolfsburg - Villarreal 4-1 (6-3)

Werder Bremen - Twente Enschede 4-1 (4-2