Liverpool venjari til Aston Villa

Talan er um 63 ára gamla fyrrverandi Liverpool venjaran, Gerard Houllier. Enskir miðlar meta, at Gerard Houllier í næstum skrivar undir ein tvey ára sáttmála við Aston Villa. Tað verður roknað við, at Phil Thompson verður hjálparvenjari. Gerard Houllier og Phil Thompson stóðu á odda fyri Liverpool frá 1998 til 2004.

 

Tað eru tó langt frá øll í Aston Villa, sum eru glað fyri at Aston Villa leiðslan hevur vent sær til Gerard Houllier. Á fleiri ymiskum kjak síðum og á SkySports, hava Aston Villa viðhaldsfólk víst sína ónøgt.

 

- Líkamikið hvat fólk halda um hann, so hevur hann uppiborið viðring frá viðhaldsfólkunum í hesum felagnum. Hann hevur klára seg væl við fleiri feløgum og hann hevur uppiborið betri enn at blíva svínaður til á Aston Villa kjak síðum, skrivar Charles C. Krulak, stjóri í Aston Villa, á eini kjak síðu.

 

Gerard Houllier hevur umframt at verið venjari hjá Liverpool eisini verið venjari hjá Lyon, RC Lens, PSG og franska landsliðnum.