Liverpool-venjarin vil tveita Føroyar út

Seinasta árið hava kendir venjarar fleiri ferðir ført fram, at smáu fótbóltstjóðirnar skulu ikki spæla ímóti teimum stóru í EM- og HM-undankappingum. Nú mælir Liverpool-venjarin, Rafael Benitez, til, at smáu tjóðirnar fyri ein stóran part verða tveittar út úr undankappingunum.

 

Liverpool-venjarin sigur, at tey smærru londini áttu at spælt eina undankapping fyri at sleppa við í veruligu undankappingina, har tey stóru londini spæla. Tað hevði lætt munandi um hjá teimum stóru londunum, har spælararnir spæla ov nógvar dystir.

 

- Tað er skilaleyst, at eg skal síggja mínar spælarar verða í vanda fyri at blíva skaddir uttan nakra sum helst orsøk, tá ið teir spæla ímóti teimum smáu londunum, sigur Benitez.

 

Sum úrslitini hjá Føroyum hava verið seinastu árini, so er lítið at ivast í, at Føroyar hevði verið eitt av londunum, sum varð tveitt úr EM og HM-undankappingunum.