Livistøði hækkast og Føroyar millum fremstu tjóðir

Yvirskipaðu leiðreglurnar fyri dagliga arbeiðið eru m.a. ásettar í samgonguskjalinum, vinnupolitikkinum, umframt frágreiðingum, ætlanum og politikkum á ymsu økjunum hjá landsstýrismanninum. Málið er hækka livistøðið hjá einstaka borgaranum, og at Føroyar skulu verða millum fremstu tjóðir í 2015

Tað er komið væl áleiðis at avgreiða tey mál, ið sett eru í samgonguskjalinum eins og løgtingið í farnu tingsetu samtykti fleiri lógaruppskot, sum eru í samsvari við vinnupolitikkin.Í komandi tingsetu verður herðsla løgd á at røkka teimum, ið eftir eru.

 

Tað verður framvegis arbeitt við at tryggja, at gróðrarbotnurin fyri nýskapan er so góður sum tilber, herundir at menna íverksetan, KT-nýtslu og gransking. Eisini verður dentur lagdur á framhaldandi útbygging av infrastrukturinum í Føroyum, soleiðis at tað gerst skjótari, lættari og bíligari at ferðast og samskifta bæði í Føroyum og millum Føroyar og útheimin. Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri framhaldandi menning og trivnaði í Føroyum.

 

Sum eitt serligt arbeiðsmarknaðar politiskt átak fer landsstýrismaðurin í vinumálum at seta eina kommisión at gera uppskot um, hvussu betur javnvág kann fáast millum arbeiðs- og familjulív, har endamálið við arbeiðinum er at økja um trivnaðin hjá løntakarunum í arbeiðinum og heima soleiðis, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst so positivt sum gjørligt.

 

 

Vinnumál

 

Vinnulóggáva og vinnupolitkkur

Gongdin í skjótt farna valskeiði vísir at vinnu-, skatta- og búskaparpolitikkurin hevur hepnast væl. Virksemið er stórt, arbeiðsloysið er metlágt, og útbyggingarnar av samfelagnum styrkja alsamt fjølbroyttari vinnumøguleikum. Yvirhøvur hava fyritøkurnar sunnan rakstur við rímiligum forrentningi av eginpeninginum saman við avmarkaðari skuldarbyrðu.

Skulu vit halda fast við positivu búskapargongdini, sleppa undan fløskuhálsum á arbeiðsmarknaðinum og harav vaksandi inflatión, er neyðugt at mannagongdirnar viðvíkjandi tilflytan av fremmandari arbeiðsmegi skjótast verða smidligari.

 

Fleiri av grundleggjandi vinnulógunum eru endurskoðaðar eftir tí stevnumiði, at tær eru á sama støði sum í londunum kring okkum. Hetta merkir, at lógirnar skulu fylgja lóggávuni í ES í so stóran mun, sum til ber. Ætlanin er, at hesar lógir áhaldandi verða dagførdar, soleiðis at tær altíð eru í samsvari við lóggávuna aðrastaðni. Í farnu tingsetu samtykti løgtingið nýggja partafelagslóggávu, smápartafelagslóggávu, ársroknskaparlóggávu, lóg um vinnurekandi grunnar og lóg um ávísar vinnurekandi fyritøkur. Harumframt samtykti løgtingið nýggja kappingarlóg. Allar hesar eru í samsvari við nýggjastu altjóða lóggávur.

 

Ætlanin er nú at leggja uppskot um marknaðarføringslóg fyri Løgtingið, við tí endamáli at áseta minstukrøv til marknaðaratferðina hjá vinnufyritøkum, tá tað ræður um marknaðarføring við atliti til kappingarneytar og onnur vinnurekandi og við atliti til brúkaran og almenn samfelagsáhugamál.

 

Landstýrið er samt um at yvirtaka alt vinnulógarøkið frá 1. januar 2008. Í tí sambandi hava landstýrismaðurin í vinnumálum og danski vinnumálaráðharrin 29. juni 2007 gjørt felagsyvirlýsing um mannagongdirnar í sambandi við yvirtøkurnar av málsøkinum.

 

Yvirskipaða endamálið við nútíðar vinnulógum og dagførda vinnupolitikkinum er at gera føroyska búskapin sjálvberandi, so at vit trygt kunnu leggja støðið undir framhaldandi yvirtøkum eftir yvirtøkulógini, har fíggjarligt rásarúm ger tað møguligt at raðfesta samsvarandi politiskum semjum.

 

Aling

Dentur fer framvegis at verða lagdur á loypandi ajourføring av reglunum um rakstur, sjúkufyribyrging og niðurberjing umframt at dagføra eftirlitið, tí hóttanin er alla tíðina, at nýggjar sjúkur kunnu stingast upp ella kendar taka seg uppaftur.

 

Farið er undir at endurskoða alilógina m.a. við atliti at tey dugnaligastu fara at sita við aliloyvunum í framtíðini, og at aliloyvir ikki skulu liggja ónýtt. Málið í endurskoðanararbeiðinum er eisini at dagføra karmarnar við atliti til vinnuligu og tøkniligu menningina á økinum. Ætlandi verður uppskot til broytingar í alilógini lagdt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

 

Landbúnaður

Løgtingið samtykti í maj í ár nýggja lóg um landsjørð. Lógin gevur festarum betri rættindi á festunum og miðar eftir at bøta um møguleikarnir hjá bóndum at koma fram at hóskandi dyrkilendi, og betra um menningarmøguleikar serliga hjá mjólkneytahaldunum. Vinnuligu viðurskiftini hjá einum festara kunnu við nýggju lógini javnsetast við viðurskiftini hjá øðrum vinnurekandi.

Ætlanin er, at Royndarstøðin kann gerast meira virkin innan tænastur og gransking í sínum samstarvi við vinnuna, og somuleiðis eigur í framtíðini størri dentur at vera lagdur á granskingarsamstarv við innlendskar og útlendskar granskingarstovnar, við atliti til menning av ymsu tættunum innan landbúnaðarøkið.

 

Miðað verður eftir at gera kanningar av, hvussu vit á mest skynsaman hátt gagnnýta okkara tilfeingi og ikki minst hvussu vit verja tilfeingi, og m.a. er hóttandi jarðarslitið ein avgerandi spurningur í so máta.

 

Farnu árini hevur verið arbeitt miðvíst at fáa avtalu við ES um innflutning av rossum úr Íslandi. Hesi viðurskifti eru nú komin undir land, og verður tað gjørligt í heyst at flyta inn ross beinleiðis úr úr Íslandi.

 

Matvørulóggáva

Galdandi matvørulóg frá 1985 eigur at verða dagførd, og er ætlanin at fara undir at gera nýggja lóg fyri økið, soleiðis at krøvini til føroyskar matvøruframleiðarar og matvørutrygdina hjá føroyskum brúkarum vera á sama støði sum í ES.

 

Trygging

Tryggingarmarknaðurin í Føroyum er ikki frælsur, tí sum meginregla er ikki loyvt føroyingum at tekna tryggingar uttanlands, eins og útlendsk feløg ikki kunnu fáa loyvi at reka tryggingarvirksemi í Føroyum. Eisini hava tey føroysku tryggingarfeløgini avmarkaðar møguleikar fyri at fáa atgongd at reka tryggingarvirksemi uttanlands, eitt nú í ES/EBS londum. Hesar avmarkingar eru tó ikki galdandi í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland.

 

Nærum øll tann føroyska eftirlønaruppsparingin verður sett í útlendsk virðisbrøv, m.a. orsakað av lógarkravinum um, at pensiónsuppsparing skal setast í virðisbrøv, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaði, sum er ein forðing fyri, at peningur kann setast í føroysk aktiv.

 

Tær ítøkiligu vinnupolitisku ætlanirnar innan tryggingarøkið fevna um hesi tiltøk:

Tryggingarlóggávan skal dagførast og verða í samsvari við ES-lóggávu.

Útlendsk tryggingarfeløg fara at fáa møguleika at virka í Føroyum, og at bjóða føroyingum tænastur teirra. Samstundis fáa føroysk tryggingarfeløg atgongd til útlendska marknaðin.

Føroyingar fáa frælsi at tekna tryggingar uttanlands.

 

Vinnugransking

Arbeitt hevur verið staðseting av nýggjari granskarapark á Nóatúni/Debesartrøð. Fyrireikingarnar halda áfram, og verður uppskot lagt fyri Løgtingið um heimild at stovna partafelag, sum skal reka granskaraparkina.

 

Ætlanin er at játta pening til 3 professoratir innan ávikavist humana gentøkni, ídnaðarliga biotøkni og djóra gentøkni. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at gongd kann koma á granskingina, og at hon verður á høgum altjóða støði. Professoratini skulu vera tíðaravmarkaði til 5 ár.

 

Tað yvirskipaða málið fyri granskaraparkina er m.a.:

At handilsgera (kommercialisera) granskingar og kanningarúrslit

At fremja nýskapan í fyritøkum, menna nýggjar fyritøkur og draga fyritøkur til Føroya

At menna sambond og samstarv millum gransking og vinnu

 

Vinnuframi

Í vinnupolitikkinum, sum varð lagdur fyri Løgtingið í 2005, varð boðað frá, at ætlanunum

 

At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur uttanlands og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í

At marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland

At menna ein íverksetarahugburð í Føroyum og at skapa karmar hesum viðvíkjandi

 

Eisini varð boðað frá, at arbeitt varð við at samskipa virksemið hjá Menningarstovuni, Ferðaráðnum og Vinnuframagrunninum. Menningarstovan og Ferðaráðið eru nú løgd saman í ein stovn – Samvit. Samvit er nú farin undir at fremja omanfyri umrøddu ætlanir. Eisini er Samvit virkin partin av verkætlanini hjá almennu Føroyum um Kappingarsamleika Føroya, umframt at Samvit samstarvar við íverksetaradepilin í Klaksvík.

 

 

Samskifti

 

Samferðsluætlan

Samferðslukervið hevur stóra ávirkan á, hvussu samfelagið virkar, og er visjónin fyri samferðslukervið í Føroyum:

 

Góðir ferðamøguleikar skulu stuðla upp undir og tryggja menning og trivnað í Føroyum. Infrakervið skal vera soleiðis háttað, at lætt, trygt og ódýrt er hjá øllum at ferðast - bæði innanoyggja og út í útheimin.

 

Ítøkilig mál eru sett fyri at fáa eitt skjótt, smiðligt og dygdarligt flutningskervi, har nullhugsjónin er grundarlagið undir øllum ferðslutrygdararbeiðinum. Sum nakað nýtt verður dentur eisini lagdur á ferðafólkaleiðir, gongu- og súkklugøtur.

 

Út á summarið verður tunnilin millum Øravík og Hov tikin í nýtslu. Mest átrokandi tunnlarnir at fara undir er tunnilin Norður um Fjall, til Viðareiðis og nýggjur tunnil til Hvalbiar. Eisini smærri tunlar skulu raðfestast. Landsverk hevur saman við Vinnumálaráðnum gjørt gjølliga lýsing av ferðslukervinum, sum er dygt grundarlag fyri komandi politiskum raðfestingum.

 

Av størri ætlanum innan samferðslukervið annars kunnu m.a. nevnast leinging av flogvøllinum, undirsjóvartunlar millum Skálafjørðin og Tórshavn og millum Streymoy og Sandoy, umframt, at arbeitt verður miðvíst við at finna best hóskandi økið til nýggjan altjóða flogvøll. Væntandi verður kanningarúrslitini viðvíkjandi øðrum fløgvølli tøk í 2011/12, og verður tá gjørligt at taka endaliga politiska avgerð í málinum.

 

Fyri at menna flogferðsluna til og úr Føroyum verður ferðaavgjaldið avtikið.

 

Nýggj havnalóg

Stórur tørvur er á at dagføra lógarkarmarnar um havnavirksemi. Verandi reglur á økinum eru bæði ófullfíggjaðar og ótíðarhóskandi. Bæði myndugleikar og havnaeigarar hava víst á tørvin á einari nýggjari havnalóg, sum greiðari ásetur myndugleikauppgávur og reglur annars, m.a. um havna- og redmørk, rakstrarformar o.a. Uppskot til løgtingslóg um havnir , har nevndi tørvur er týðandi partur av uppskotinum, er nú orðað, og verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

 

KT-nýtsla

Visjónin er, at nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni í tí almenna, í skúlaverkinum og í vinnuni skal vera við til at lyfta tað føroyska samfelagið frá ídnaðarsamfelag til innovasjónssamfelag. Hettar vil viðføra, at øll tann føroyska vinnan (eisini KT-vinnan) kann gera seg galdandi á altjóða palli.

 

Somuleiðis eru mál orðaði viðvíkjandi KT-undirstøðukervinum, KT í skúlanum, KT í tí almenna og KT í vinnulívinum, og verður áhaldandi arbeitt við at røkka teimum.

 

Fjarskiftis- og KT-marknaðinum er í støðugari menning, og serliga fer fram ein konsolidering av verandi fyritøkum, umframt at hesar fyritøkurnar gera og hava ætlanir um stórar íløgur í útlendskt virksemi.

 

Á fjarskiftisøkinum er serliga talan um at leggja nýggjan kaðal millum Føroyar og Skotland via Hetland. Á KT-økinum er talan um keyp av útlendskum KT-fyritøkum, m.a. við tí í hyggju at leggja støði undir útflutningi av føroyskum KT-skipanum. Hendan gongdin kann vera við til at menna virksemi hjá føroyskum fyritøkum uttanlands í heila tikið.

 

Vinnumálaráðið er farið at kanna, um útbúnaðurin og lokaliteturin á Sornfelli hevur áhuga til nýtslu at húsa framtíðar back-up skipanir, sum vit kunnu bjóða runt heimin. Við tí vaksandi yvirganginum saman við tørvinum á tryggum housing skipanum world-wide, eru óivað góðir møguleikar at menna skipanir í Føroyum, sum hava altjóða áhuga.

 

Ferðslutrygd

Ferðslulógin er broytt tann vegin, at hon nú hevur til endamáls, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutnings-skipanini. Tað er staðfest, at ungir bilførarar hava verið við í meira enn helvtina av teimum ferðsluóhappum, har fólkaskaði hevur verið. Tí eru fleiri ítøkilig tiltøk framd í farnu tingsetu at steðga hesi gongd, m.a. við broytingum í ferðslulógini serliga rættað móti ungum bilførarum.

 

Arbeiðið at gera eina ferðslutrygdarætlan er sett í gongd í einum felags átaki við aðrar áhugapartar innan ferðslutrygdarøkið. Ætlanin, sum eisini er nevnd í visjón 2015 strategiskjalinum fyri infrakervið, verður ætlandi liðug í heyst og verður eitt týdningarmikið grundarlag undir førda ferðslutrygdarpolitikkinum framyvir.

 

Flogferðsla

Flogvinnan gerst alsamt eitt meira týdningarmikið íkast til føroyska búskapin, eins og flúgving til og úr Føroyum er ein týdningarmikil fortreyt fyri samskiftismøguleikunum hjá virkjum og einstaklingum. Ætlanin er framhaldandi at betra um karmarnar fyri flogferðslu.

 

Menningin av fysisku karmunum koyrir í tveimum. Sum nevnt omanfyri er ætlanin at útbyggja Vága Floghavn skjótast gjørligt, og verður farið undir at prosjektera hesar útbyggingar sum skjótast. Harumframt er ætlanin framhaldandi at kanna møguleikarnar fyri einari alternativari floghavn aðrastaðni í Føroyum.

 

Harumframt er ætlanin at dagføra karmarnar í flogferðslulógini, og verður uppskot til ríkislógartilmæli væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst. Henda dagføring er m.a. ein týðandi fortreyt fyri ætlanunum hjá landsstýrinum at gerast partur av europeiska flogferðslu marknaðinum.

 

Í august verða samráðingar millum landsstýrismannin í vinnumálum og danska samferðsluráðharran um mannagongdir í sambandi við yvirtøku av loftferðslumyndugleikanum. Ætlandi verður úrslitið av samráðingunum, at partarnir semjast um at lýsa økið til fulnar, so tað verður greitt til avgerð um yvirtøkuleist. Loftferðslumyndugleikin er í stóran mun reguleraður eftir altjóða ásetingum.

 

 

Olja og Orka

Aðalorðaskifti hevur verið um uppskot til orkupolitikk, og nýggj elveitingarlóg varð samtykt í síðstu tingsetu. Yvirskipaðu málini fyri nýggja orkupolitikkinum eru, at innan 2015 skulu 20% av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orku, og at fiskiflotin skal nýta 15% minni orku í mun til veiðinøgdina. Føroyar eru í stóran mun tengdar at innfluttari olju við tað at umleið 95% av okkara orkutørvi verður nøktaður av olju. Um vit skulu broyta hetta, er neyðugt at vit í nógv størri mun nýta varandi orkukeldur, og at vit gagnnýta okkara orkutilfeingi betri, m.a. við at seta krøv um orkunýtslu í sambandi við bygging og umvæling av bygningum og húsum.

 

Tær kanningar, sum higartil eru gjørdar í sambandi við Nólsoyarverkætlanina benda á, at Nólsoyggin er sera væl egnað til eina størri royndarverkætlan, sum hevur til endamál at skapa eina burðadygga og óhefta orkuskipan í Nólsoy, har øll orkunýtslan í oynni stavar frá varandi orkukeldum.

 

Hendan verkætlan varð tikin eitt stig víðari í vár, tá útlendsk orkufeløg gjørdu av at gerast partur av einum verkætlanarbólki saman við okkara myndugleikum, sum skal gera víðari kanningar av hvussu vindorka saman við vetni og nýggjari tøkni kunnu røkka málunum um eitt burðardygt samfelag. Gongur sum ætlað, kunnu fyrstu vindmyllurnar setast upp í Nólsoy í 2009.

 

Onnur stig eru eisini tikin á orkuøkinum; sum dømi kunnu nevnast arbeiðsbólkurin við umboðum úr Føroyum og Íslandi, sum skal gera innleiðandi kanningar av møguleikunum fyri at leggja kaðal til streymveiting millum Ísland og Føroyar og verkætlanin, sum kannar um alduorka kann gagnnýtast til streymframleiðslu.

 

Seinni í heyst verður farið undir at bora sætta leitibrunnin á landgrunni okkara, umframt at avtala eisini er gjørd um ta sjeyndu leitiboringina, ið skal borast innanfyri komandi tvey árini. Fyrireikingarnar til triðja útbjóðingarumfar á føroyska landgrunninum eru byrjaðar, og eftir ætlan verður klárt at bjóða út seinni í heyst. Enn er ov tíðliga at siga nakað um áhugan fyri triðja útbjóðingarumfarinum, men grundað á tað virksemi, sum er avtalað á føroyska økinum og boringunum bretsku megin markið, meta vit, at tað er vaksandi áhugi fyri økinum vestan fyri Hetland og harvið eisini fyri føroyska landgrunnin.

 

 

Arbeiðsmarknaður

 

Arbeiðsskaðatrygging

Nýggj lóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður løgd fyri tingið í heyst og kemur staðin fyri vanlukkutryggingarlógina. Við nýggju lógini verður lóggávan dagførd í samsvari við lóggávuna á hesum økinum í hinum norðurlondunum. Nýggja uppskotið veitir munandi betri sømdir enn higartil, m.a. viðvíkjandi teimum skaðum og sjúkum, sum nú verða viðurkendar sum arbeiðsskaðar, umframt broyttu upphæddunum, ið verða veittar í endurgjaldi og samsýning.

 

Arbeiðsmarknaðarkommissión

Føroyski arbeiðsmarknaðurin broytist alsamt, eins og tað gerst alt meira vanligt, at fólk velja sær aðrar livihættir enn teir, vit vanliga kenna. Hetta hevur við sær, at fólk seta fram fleiri krøv til arbeiðsmarknaðin, eins og fólk ynskja møguleika at skipa síni viðurskifti soleiðis, sum tað hóskar teimum best. Hesi ynski, sum m.a. fevna um ein smidligari arbeiðsmarknað, soleiðis at lættari verður at sameina arbeiðslív og familjulív, seta stór krøv til allar partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Ávís tiltøk eiga tí at verða sett í verk til tess at brynja føroyska samfelagið til komandi avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tískil avgjørt at seta eina kommissión, sum skal viðgera hesi viðurskifti. Kommissiónin skal serliga seta fokus á týdningin av javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Kommissiónin skal at gera uppskot um, hvussu betur javnvág kann fáast millum arbeiðs- og familjulív, har endamálið við uppskotunum frá kommissiónini er at økja um trivnaðin hjá løntakarunum í arbeiðinum og heima soleiðis, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst so positivt sum gjørligt.

 

Málið er at røkka einum góðum og mennandi familjulívi, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin sum úrslit av hesum fær væl motiveraðar og innovativar løntakarar.

 

Talan verður um sera umfatandi arbeiðið, og tí er týdningarmikið, at nóg mikið av tíð verður sett av til hetta endamál. Kommissiónin skal tískil eftir ætlan verða liðugt 1. januar 2009. Byrjað verður við einum almennum seminari í september.

 

 

Einskiljingar

Fyrireikingarnar til at einskilja 33% av P/f Atlantsflog eru komnar væl áleiðis, og byrjar sølan væntandi í september.

 

Fyrireikingar eru eisini gjørdar til at einskilja 50% av LÍV og at avhenda 50% av partapeninginum til ognarfelagið LÌV, ið umboðar tryggingartakararnar. Ráðgevarnir leggja í løtuni síðstu hond á virðismetingar av felagnum. Í hesum sambandi hava ráðgevarnir gjørt vart við, at tað er avgerandi fyri virðið á felagnum, at ein partaeigarasáttmáli verður gjørdur við Ognarfelagið LÌV, sum m.a. skal tryggja, at felagið ikki endar í atgerðarloysi. Enn er ikki komið á mál við einari slíkari avtalu. Væntandi byrjar sølan stutta tíð eftir, at partaeigarasáttmáli er gjørdur við ognarfelagið LÌV.

 

 

_______________________

 

 

 

Mál at leggja fram í 2007

Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy

Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita landsstýrismanninum heimild at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera fast samband millum Sandoy og Streymoy og hartil hoyrandi vegagerð og at hava rakstur av tunlinum um hendi.

Uppskot til løgtingslóg um talgildar undirskriftir

Lógaruppskotið hevur sum endamál at fremja trygga nýtslu av talgildum undirskriftum.

Ríkislógartilmæli um broyting í lóg fyri Føroyar um ársroknskap

Ríkislógartilmælið hevur til endamáls at seta reglur um at lata ársroknskap eftir altjóða roknskaparstandardum í gildi í Føroyum (IFRS).

Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring

Lógaruppskotið hevur til endamáls at gera reglur um marknaðarføring og um atferð á marknaðinum.

Uppskot til løgtingslóg um ognartøku heimild til flogferðslu endamál

Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita landsstýrismanninum heimild at ognartaka lendi til flogferðslu endamál.

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lóg um loftferðslu

Lógaruppskotið hevur til endamáls at dagføra karmarnar um flogferðsluna til Føroyar og úr Føroyum.

Uppskot til løgtingslóg um grannskoðarar

Lógaruppskotið, ið fevnir bæði um skrásettar og løggildar grannskoðarar, hevur til endamáls at styrkja sjálvræði grannskoðaranna og samstundis økja kappingarføri teirra í mun til serliga útlendskar grannskoðarar.

Uppskot til løgtingslóg um havnir

Lógaruppskotið hevur sum endamál at gera skilhaldsreglur fyri havnir og reglur um havnavirksemi umframt um vernd av havnum.

Uppskot til løgtingslóg um trygging

Lógaruppskotið hevur sum endamál at frælsisgera tryggingarmarknaðin í Føroyum.

Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Lógaruppskotið hevur sum endamál at dagføra og tillaga reglurnar serliga viðvíkjandi veitan av loyvum og um møguligt gjald fyri loyvir.

Uppskot til løgtingslóg um at leggja ognir og skyldur hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn.

Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita landsstýrismanninum heimild til at leggja virksemið hjá Vága Floghavn umframt ognir og skuld, rættindi og skyldur í P/F Vága Floghavn.

Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða

Løgtingslógin hevur til endamáls at dagføra og tillaga reglurnar á økinum í samsvari við lóggávuna á hesum økinum í hinum norðurlondunum.

Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at byggja og reka granskarapark

Løgtingslógin hevur til endamáls at veita heimild at stovna partafelag, sum skal fyrireika, byggja og reka granskarapark.