Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til grein 52a fyrispurning frá Dennisi Holm, løgtingsmanni, um BMI og lívstrygging.
Spurningurin hjá løgtingsmanninum var soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at nokta fólki lívstrygging orsakað av ov høgum BMI?
2. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við avbjóðingina við, at fólk við ov
høgum BMI fáa noktað lívstrygging?
– Í útgangsstøði stendur tað tryggingarfeløgum frítt at avgera hvørjum tey bjóða tryggingar, so leingi avgerðin lýkur krøvini í tryggingarlóggávuni, sigur landsstýrismaðurin.
– Tryggingarlógin ásetur m.a., at tryggingarfeløgini skulu reka virksemi samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøkið. Ein avgerð um at nokta trygging skal sostatt vera sakliga grundað, sigur hann.
Tað eru avmarkingar fyri, hvat tryggingarfeløgini kunnu biðja kundan um, eitt nú ásetur lóg um tryggingaravtalur, at tryggingarfeløg ikki kunnu biðja um upplýsingar, sum kunnu lýsa ættarbregði hjá einum persóni og vandan hjá hesum at menna ella fáa sjúkur.
– Tá eitt tryggingarfelag skal meta um, hvørt tað vil bjóða eina lívstrygging, kann metingin vera grundað á heilsuupplýsingar, m.a. upplýsingar um BMI. Føroysku tryggingarfeløgini eru limir í vinnugreinafelagnum Forsikring & Pension, sum í mars 2025 mælti sínum limum til í summum førum at fáa til vegar heilsu- ella tryggingarlæknaliga váðameting, tá trygging verður teknað. Her verður m.a. mælt til, at tryggingarfeløgini gera ítøkiligar váðametingar av kundanum og ikki nokta at tekna trygging orsakað av einari einstakari upplýsing, eitt nú BMI.
– Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur spurt føroysku feløgini, sum bjóða lívstryggingar, um, hvussu lívstrygging og høgt BMI verður umsitið. Í útgangstøði verður lívstrygging ikki noktað einans orsakað av høgum BMI, men BMI er ein partur av eini heildarmeting, sum fevnir um m.a. blóðroynd, EKG, landroynd o.a. Tó eru dømi um, at lívstrygging verður noktað, um BMI er omanfyri 45, sigur landsstýrismaðurin.
– Við støði í hesum meti eg tað ikki vera neyðugt at broyta lóggávuna á økinum, men eg fari at eggja tryggingarfeløgunum til at fylgja tilmælinum um ikki at nokta lívstrygging, orsakað av einari einstakari upplýsing, í hesum føri BMI, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.










