Ljóðbrot Rás2: Gongur væl - men tað fer at venda

Tíðin nærkast, tá ið landsstýrið skal leggja uppskot um fíggjarkarmar fyri Løgtingið. Tað skal gerast í seinasta lagi 1. apríl.

 

Landsstýrið hevur verið saman í Skálavík og arbeitt við karmunum.

 

Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum sigur, at tað er eingin ivi um, at vit eru í einum hákonjukturi í løtuni, har nógv viðurskiftir eru við okkum í løtuni.

 

- Søgan hevur tó víst, at inntøkurnar fara ikki at vara við, tí er týðandi, at vit kunnu tilrættisleggja búskapin soleiðis, at vit eisini kunnu halda støðið um vit fáa búskaparliga mótgongd í framtíðini, sigur Kristina Háfoss.

 

Hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss við at trýsta á pílin undir myndini.