- Grundleggjandi hava vit lagt okkum eftir at føra ein varnan búskaparpolitikk. Tað vísir seg eisini aftur í úrslitinum, har vit vænta eitt størri avlop.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon sigur, at tað gongur væl í samfelagnum og at tað sæst aftur í fíggjarlógini. Yvirskotið er vaksandi og meiri peningur er tøkur til at gera íløgur og annað við.
Hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss, ið var á Rás2 í dag.