Ljóðførini hjá The Rasmus eru komin

Í morgin kemur kendi rockbólkurin The Rasmus til Føroya, men longu týskvøldið komu ljóðførini hjá bólkinum til Klaksvíkar.
The Rasmus hevur tryggjað sær, at teir kunnu spæla við sínum egnu ljóðførum á Summar Festivalinum, og nú teir hava frí í nakrar dagar undan ferðini til Føroya, hava teir sent ljóðførini avstað til Føroya. Ljóðførini verða nú goymd í Klaksvík, til bólkurin kemur til landið.
Hóskvøldið koma tónleikararnir í The Rasmus til Føroya, og fríggjakvøldið fer bólkurin at spæla konsertina hjá sær. Tað verður eitt ordans rockbrak, tí The Rasmus fer at spæla ígjøgnum størsta ljóðanlegg í Føroyum nakrantíð.