Nú kvøldini gerast myrk og long, er høvi hjá einstaklingum og feløgum í Tórshavnar kommunu at íðka ítrótt ella renna sær ein túr á niðara vølli í Gundadali. Frá mánakvøldinum 20. oktober 2003 eru ljósini á vøllinum tendraði til kl. 22.00.
Tórshavnar kommuna ætlar at hava ljósini tendraði hvørt gerandiskvøld í vetur.