Ljós í myrkrinum

Psykoterapeuturin Ann Madsen fer at halda fyrilestur í Miðlahúsinum hósdagin 24. februar kl. 19.00. Kostnaðurin kr. 50 og fríggjadagin 25. Februar kl. 19.00 verður hon í Býráðssalinum hjá Runavíkar Kommunu. Tann 26 og 27. februar verður skeið hildið undir heitinum ?Ljós í myrkrinum.? Báðir dagar frá kl. 9.00 til kl. 17.00. Kostnaður kr. 1.900,00.

Broytingar eru ein partur av lívinum. Tá ið nakað verður broytt, er tað okkurt gamalt sum má doyggja og nakað nýtt skal føðast.

Onkuntíð eru broytingarnar meira ógvusligar og umfevnandi, aðrar ferðir hendur tað spakuliga og tætt inni í gerandisdegnum.

Transition merkir at flyta seg frá eini støðu til eina aðra. Er tú í transithøllini í eini floghavn merkir hetta, at tú ert í gongunum, ið leiða teg frá einum flogfari til tað næsta.

Hvussu flytur ein seg frá einum til nakað annað? Har má verða ein brúgv, ein gongd ella ein tunnil. At síggja ljósið í tunli er eitt kent fyribrigdi hjá fólki, ið hava verið deyðanum nær. Við at nýta Integrativa psykoterapi er tað møguligt at gera tað skjúlda, sum ótilvitað stýrir, sjónligt, og harvið ber betri til at skilja seg sjálvan.

Transittión miðskeiðis í lívinum er tann sama sum hendur, tá ið vit doyggja. Tað ber til at stýra seg í gjøgnum og fylgja við hvat í hendur og enntá verða frammanfyri tí sum hendur. Tað merkir, at fólk sum hava skil fyri hesum kunnu fylgja einum gjøgnum hesar broytingartíðir, uttan mun til, um talan er um kreppuhjálp, hjálp at koma á føtur aftur eftir sjúku ella teir seinastu dagarnar í lívinum. Endamálið er at fanga vakstrarmøguleikarnar í kreppum.

At fanga neistan, sum er nóg sterkur til at fara gjøgnum broytingina og føra til menning. Tann innara broytingin er lívseig og ljós, eins og likamið viknar seinastu dagarnar í lívinum. Tætt við deyðan havi eg hoyrt fólk siga: ?Eg havi ongantíð havt tað so gott sum júst nú og eg veit, at eg havi ikki langt eftir.?

Úr vestri til eystur. Frá sólsetri til sólarris. Frá óveruleika til veruleika. Frá stríði til at geva seg yvir. Frá deyðanum til lívið.

Teir klientar og sjúklingar, sum eg havi verið saman við í broytingartíðini tá ið endin er nær, hava givið mær ein heilt serstakan møguleika at fatað teirra rødd uttan orð í eini myndarøð, sum sýnir, at tað er tað sama, sum hendir hjá fólki í eini broytingartíð, sum tá ið deyðin er við at sløkkja lívið. Tað er felags fyri øll menniskju.

Har afturat vísur hetta, at tann sálarliga tilgongdin samsvarar við føðingarmatrisurnar, sum eru lýstar av tjekkiska psykiataranum Dr. Stanislav Grof. Øðrvísi sæð, sýna myndirnar at deyðin er eitt slag av føðing. Skulu vit skilja hetta, er neyðugt at fáa deyðans bygna at standa fram og lata lívsins seinastu skeið gerast tann tíðin, tá ið teir mest tættu lívslitirnir fáa eitt náturligt pláss og rúmd í ljósinum av, at skuggarnir frá deyðanum minka. Tað er sum í sólsetri, tá ið ljós og myrkur eru so tætt fevnd av hvørjum øðrum og skapa tættleika og andaligt samband.

Tað hevur víst seg, at tað felags menniskjaliga ella tað arketypiska í hesum myndum eru lætt at kenna aftur frá øðrum skeiðum í lívinum, frá tí dagliga deyðanum miðskeiðis í lívinum. Við vitan um hesa tilgongd fram móti deyðanum og við vitan um myndina sum ein løtumynd av tí innaru ferðini, kunnu hesi orðleysu amboð og hættir nýtast sum stuðul hjá einum starvsfólkabólki at rætta hjálp í røttu løtuni í tilgongdini. Veit føðingarhjálp uttanmun til um tað snýr seg um broytingartíðir í lívinum ella tað snýr seg um at hjálpa fólki yvir um frá deyða til lív við verðsliga lívsendan.

Ann Madsen hevur gjørt nógvar ferðir út í heim til Ný Sæland, India, Afrika, Vestindia, USA, Saudiarabia og eisini eina drúgva ferð inn í seg sjálva. Ann hevur arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari í yvir 35 ár og hevur seinastu 18 árini serliga arbeitt við at stuðla doyggjandi fólki á hospice og palliativari umsorgan. Ann er útbúgvin innan fyrisiting í Århus og innan fólkaheilsu á Karolinska Instituttinum í Stokkhólmi. Hon hevur tikið nógvar aðrar útbúgvingar innan sítt øki.

Meira fæst at vita á www.psykoterapiin.com