Ljósið sýnir kynstur

Í morgin klokkan 16 verður fimleikaframsýning í fimleikahøllini »FIMI« í Havn.

 

Umframt at síggja amboðsliðini hjá Ljósinum sýna fram síni kynstur, verður eisini høvi at síggja kappingarliðini í estetiskum fimleiki.

 

– Fimleikafelagið Ljósið, sum skjótt hevur 40 ár á baki, vónar at síggja nógva gestir í morgin. Skipað verður eisini fyri páskareggjatombola og kaffi/ køku sølu. Verið hjartaliga væl komin, øll somul, siga fyrireikararnir.