Fakfelag
Ljósmøðrafelag Føroya verður nú eitt sjálvstøðugt felag
Felagið hevur verið økisfelag í danska ljósmøðrafelagnum, men frá í dag, 1. juni 2005, at rokna, verður tað eitt sjálvstøðugt felag.
Eyðfríð Jacobsen, forkvinna felagsins, sigur, at limir felagsins hava í longri tíð havt ynski um at gerast sjálvstøðugt felag.
Nevndin fór tí undir at fyrireika tað og at samráðingar við danska felagið.
Fyri at fara úr danska ljósmøðrafelagnum var neyðugt við lógarbroyting og tí
legði Ljósmøðrafelag Føroya í nov. 2004 broytingaruppskot fyri kongressuna
hjá danska felagnum.
Uppskotið varð samtykt og sostatt kann Ljósmøðrafelag Føroya útlimast úr danska felagnum og verður frá 1 juni í ár eitt føroykst felaga burtuav.
Í hesum sambandi verður almenn móttøka í Jákupsstovu, Jóanesar
Paturssonargøtu 24 fríggjadagin 03.06.05 frá kl.15.00 til 17.00 har felagið
vónar at síggja nógv fólk.
Í løtuni eru 30 limir í Ljósmøðrafelag Føroya.,