Politiski tunnilsbólkurin er at kalla samdur um ein leist, soleiðis at koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í 2020 ella 2021.
- Nú er bara fínpussing eftir, sigur Jørgen Niclasen.
Málið er framvegis at gera eina breiða, politiska semju um, eftir hvørjum leisti Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin skulu gerast.
- Eg havi framvegis góðar vónir um at finna fulla, politiska semju um leistin, soleiðis at vit kunnu leggja neyðuga lógaruppskotið um undirsjóvartunlarnar fyri løgtingið í næstu viku, sigur Jørgen Niclasen.
Hóast talan er um samferðsluíløgur fyri einar tvær milliardir krónur, so heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fast um, at aðrar íløgur á verandi langtíðarætlan verða ikki útsettar av hesi orsøk.
- Nei, tað liggur ikki í kortunum at útseta aðrar íløgur, sigur Jørgen Niclasen.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil annars ikki í smálutir við, hvussu báðir tunlarnir skulu fíggjast, og í hvønn mun stóru íløgurnar fara at tyngja landskassan.
- Tað fáa tit at vita, tá semjan verður almannakunngjørt fyrsta dagin, sigur Jørgen Niclasen.
Yvirskipað er ætlanin at stovna eitt alment partafelag, har privat eisini skulu fáa høvi at seta ábyrgdarpening í, afturímóti at tey fáa tryggjað eitt ávíst avkast.
Síðani fara at ganga eini seks ella sjey ár, til koyrandi verður gjøgnum báðar tunlarnar.
- Fyrst skal lógaruppskotið sjálvandi samtykkjast av løgtinginum. Men ætlanin er, at báðir tunlar vera lidnir í 2020 ella 2021, sigur Jørgen Niclasen.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.