- Vit lurta eftir teimum atfinningunum sum koma og vit gera tað javnan betur at gista á Gestalon, sigur Sirið Stenberg.
Á Gestalon í Havn eru umstøðurnar hjá barnakonum ivasaman. Hetta einamest tí, at kvinnurnar ikki altíð fáa eina íbúð, hóast tær hava skrivað seg upp til tað. Í gjár skrivaði in.fo um Bjarmu Lisberg, sum ynskti sær eina íbúð men heldur hevur fingið boðið eitt kamar.
- Tvær íbúðir aftrat eru tøkar frá í komandi viku av, og vit eru í gongd við at skifta vindeyguni á Gestalon, tí barnakonur hava sagt okkum, at tað gísti inn, sigur Sirið Stenberg.
Landsstýriskvinnan vísir á, at tey taka atfinningarnar til sín og royna sum frægast at gera umstøðurnar góðar.
- Eg dugi væl at síggja, at sumt kundi verið betur. Men mest umráðandi at siga er, at eingin verður avvístur – allar barnakonur fáa innivist á Gestalon, sigur Sirið Stenberg.
Viðvíkjandi tí vánaliga samskiftinum, sum Bjarma Lisberg úr Hvalba greiddi frá í gjár er tað at siga, at púra greiðar mannagongdir eru á økinum.
In.fo vísti í gjár á, at skjalið, sum landssjúkrahúsið og suðuroyar sjúkrahús geva barnakonum úr Suðuroynni sigur púra greitt, at tað eru ljósmøðurnar á sjúkrahúsinum í Suðuroynni, sum hevur til uppgávu at orna innivist og líknandi til barnakonurnar.