Øll fáa nú somu løn

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í , Klaksvík hava nú gjørt ískoytissemju afturat sáttmálanum, sum tey gjørdu fyrst í mei.

 

Líkaløn


Tá ið verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag var av, endaði tað við, at tey bæði feløgini fingu betri sømdir enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík, sum ikki fóru í verkfall, høvdu fingið.

Talan var um, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fingu við í sáttmálan, at tey skulu fáa løn eftir, hvussu leingi tey høvdu arbeitt á sama arbeiðsplássi, Sostatt skuldi ein, ið hevði arbeitt í trý ár á sama arbeiðsplássi, fáa 50 oyru afturat tímalønini frá 1. mei í ár at rokna. Fyrsta mei 2003 hækkar tímalønin hjá teimum 50 oyru afturat, so at samla viðbótin hjá teimum, sum tá hava verið trý ár á sama arbeiðsplási, verður ein króna um tíman afturat vanligu tímalønini.

Tey, sum hava verið fimm ár á sama arbeiðsplássi fáa so eina krónu afturat um tíman, men hetta verður ikki galdandi fyrrenn frá 1. mai í 2005 at rokna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur alla tíðna gjørt greitt, at tað leggur stóran dent á, at sama løn er galdandi í øllum landinum.

Hesum hevur felagið nú tikið avleiðingarnar av.

Tískil er nú ein ískoytisavtala gjørd ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hinumegin um at limirnir í teimum feløgunum, eisini skulu fáa somu aldursviðbøtur, sum limirnir í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava fingið

Sum tað sæst á øðrum greinum í blaðnum, hevur hetta rættiliga loypt øði í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag