ÓLAVUR Í BEITI
Helena Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharri, hevur lagt uppskot fram viðvíkjandi uppihaldi á stovni, og verður lógin samtykt kemur hon í gildi 1. januar 2000. Í innganginum til viðmerkingarnar, spyr Helena Dam á Neystabø, hvat hendir við pensjónini, tá pensjónistar fara á stovn, og svarar at hetta er eisini tikið út úr almannapensjónslógini.
? Hetta var gjørt, orsakað av at landsstýrismaðurin ætlar at kanna, um ein heilt nýggj skipan ístaðin skuldi setast í verk viðvíkjandi gjaldi á stovni, har pensjonistarnir skuldu varðveita pensjónina, men ístaðin rinda fyri uppihaldið. Henda skipan er galdandi í londum kring okkum, t.d. í Danmark.
Varðveita pensjónina
Og Helena Dam á Neystabø upplýsir, at Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiðir víðari við ætlanini um, at øll fólk skulu varðveita pensjónina. Ætlanin er at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið til støðutakan, so skipanin kann koma at virka frá ár 2001.
? Sambært hesum uppskoti er gjaldið, sum ásett verður av aðrari inntøku, sett til 10%. Í dag er gjaldið 60%, men áðrenn tey 60% verða tikin av inntøkuni, verður ein útroknaður skattur tikin av inntøkuni, hareftir 60% og síðan verður burturdotna pensjónin drigin frá.
Gjalda uppihald
Og viðvíkjandi umlætting er tað soleiðis í dag, at fær ein pensjónistur umlætting á einum røktarheimi, rindar viðkomandi einki teir fyrstu 42 dagarnar. Hareftir verður eitt gjald ásett. Teir pensjonistar, sum fara til umlætting í einum sambýli, rinda í dag 90 krónur pr. dag fyri at vera til umlætting.
? Fyri at gera skipanirnar eins á røktar- ella ellisheimum og sambýlum verða tí broytingar gjørdar í hesum uppskoti. Teir pensjónistar, sum fara til umlætting bæði á røktar- ella ellisheimum og sambýlum, varðveita pensjónina. Tí verður mett, at tey eisini eiga at rinda fyri uppihaldið.
? Í dag er tað eisini soleiðis, at tá pensjónistar fáa uppihald á sálarsjúkrahúsum ella deildum, rindar sjúkrahúsið eina upphædd til pensjonistin til persónligan tørv. Mett verður ikki, at hetta er rætt. Sambært hesum uppskoti kann Almannastovan taka avgerð um, at pensjónin aftaná 6 mánaða innleggingartíð einans verður útgoldin við eini upphædd svarandi til persónligan tørv. Almannastovan ber hesar útreiðslur sambært pensjónslógini, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í viðmerkingunum til umfatandi uppskotið um uppihald á stovni.
Verður nýggja lógin samtykt kemur hon í gildi 1. januar 2000 eins og løgtingslógin um almannapensjónir og løgtingslógin um áseting og javning av almannaveitingum.