Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Tað er fjálgt og hugnaligt inni í herberginum, har Sosialurin ein regnvátan og myrkan illveðursdag í vikuni støkk inn á gólvið at tosa við fólk, sum onkursvegna hava verið soleiðis fyri, at tey ikki hava aðrastaðni at vera.
Borðreitt er við kaffi og køkum, og tey, sum vilja práta við okkum, bjóða okkum stillisliga vælkomin.
Hesi fólkini hava livað á lívsins skuggasíðu, og nøkur royna nú at fóta sær aftur, við góðum stuðli frá teimum, sum arbeiða í Frelsunarherinum. Hetta er ikki lætt at tosa við fremmandafólk um, men so hvørt sum frálíður og kaffikannan gongur okkkara millum, loysnar frá tungubandinum.
Øll hava verið børn
Vit tosa um barndómsins jól, og at tað kanska júst er á jólum, at flest øll, sum ongan góðan hava, kenna størsta saknin. Øll hava verið børn einaferð, hava havt foreldur og systkin, og seinni familju, konu og børn ella og mann og børn.
Lívið er ikki altíð lætt at liva, og nøkur verða gloymd ella burturmist, og merkt av, at tey vóru fyri bakkasti.
So kunnu vit siga, at tað er sjálvgjørt, men tað kann eins væl vera fólk, sum ikki vóru nóg sterk at taka mótburð, og tí ikki mentust sum fólk flest.
Toril Olsen, leiðari í Frelsunarhesinum og maðurin Niels Edvard, sum stendur fyri deildini, har tey heimleysu kunnu gista, eru hjástødd og práta við okkum, og fáa øll at kenna seg væl.
Seinasti útvegur
Greitt verður frá umstøðunum, sum gjørdu, at tey eru stødd júst í herberginum, sum kanska er seinasti útvegur fyri at koma aftur á beint í samfelagnum.
Har er 28 ára gamli Margar, sum er sjómaður, 67 ára gamla Julia Motzfeldt arbeiðir sjálvboðin í Herberginum, men býr á Blákrossheiminum, Finnbogi Dam, 58, hevur fyrifallandi arbeiði og 36 ára gamli Jóannes B. Danielsen, ið er sjómaður.
Felags fyri øll er, at tey hava havt rúsdrekkatrupulleikar og aðrar tvørleikar at berjast við, ella eru foreldrini farin og sambandið við familjuna kvett.
Saknar mammuna
28 ára gamli Margar Jacobsen í Nólsoy hevur búð á Barnaheiminum, men eigur tveir beiggjar. Mamman er farin, og hana saknar Margar, men hann er vísur í, at hann sleppur at halda jól hjá einari vinkonu.
Tá Margar ikki er til skips, gistir hann í herberginum. Um hann skal fáa eina song fyri náttina, noyðist hann møta í herberginum millum kl. 22 og hálvgum eitt á kvøldi. Hann skal eisini verða til reiðar at fara av húsum aftur tíðliga næsta morgun, tí herbergið er stongt um dagin.
Tey, sum gista fáa eina máltíð áðrenn tey fara til songar, og morgunmat áðrenn tey fara avstað morgunin eftir.
Størsta ynskið hjá Margar er at fáa eitt kamar i býnum, har hann kann hava sínar egnu møblar. Sum nú er hevur hann ongar møguleikar at fáa brøv og tílíkt, tí hann hevur onga adressu.
Tá hann fer av húsum í herberginum, er bara gøtan til at taka. Tí verður eisini oftast farið inn onkrastaðni, og tá kann lættliga ein øl ella báðar tvær fara niðurum.
Troyttandi at
ganga í gøtunum
? Eg gangi bara úti allan dagin, og tað er troyttandi, sigur Margar, sum hevur roynt at funnið sær kamar, men einki funnið enn.
Julia er úr Grønlandi, men hevur verið gift og búð í Føroyum í 34 ár. Hon eigur dóttur í Danmark og ommubørn, men sonurin býr hjá pápanum, og har fær Julia ikki innivist. Hon hevur verið edrú í fimm ár, og hevur roynt at fáa samband við sonin.
Fyrigevi teimum sum ikki vilja fyrigeva
? Eg havi biðið um fyrigeving, men eg fái tað ikki. Tað er torført ikki at sleppa inn í sítt egna heim, men eg havi gjørt hvat eg kann, og kann ikki gera meir, men eg havi fyrigivið, sigur Julia, sum ikki rættiliga veit, um hon kundi hugsað sær at farið heim á jólum, av tí at tað er rúsdrekkaumhvørvi. Hon orkar ikki longur at vera saman við fullum fólki.
Jólaaftan fer Julia eins og áður í KFUK, og tað gleðir hon seg til, tí tað er sera hugnaligt. Í fjør var hon í Danmark og vitjaði eina dóttur, og hóast tað var stór uppliving, hevur hon ikki ráð at fara so langt á hvørjum ári.
Hennara gerandisdagur er at fara oman í herbergið at ganga til handa. Hon hevur góðar umstøður i Kongagøtu, men heldur, at tað er best at hava nakað at fara upp til. Hon gongur á møti í Frelsunarherinum, og vil fegin hjálpa til í herberginum, men eisini fyri at koma út millum fólk.
Julia Motzfeldt hevur fyri stuttum verið aftur í Grønlandi, men hon hevur ikki hildið jól í heimlandinum seinastu 34 árini. Hon tosar nógv um, hvussu hugnalig grønlendsku jólini eru. Tey byrja at halda jól longu 23. desember á middegi. Tað hevur Julia eisini altíð gjørt, tá hon hevði familju.
Spurd, um hugurin til at búseta seg aftur í Grønladi, nú hon er vorðin einsamøll, brosar Julia og ristir høvdið: - Eg havi verið so leingi í Føroyum, at eg kenni meg at hoyra til her, sigur hon.
? Hóast eg kenni men