Øll heimaliðini vunnu

Fótbóltur: Kvinnurnar AB og B36 halda fram við at hanga í KÍ, sum longu er strokið avstað og ongan dyst hevur tapt enn

Kvinnurnar hjá KÍ høvdu um vikuskiftið ongar trupulleikar av Skála og vunnu á heimavølli 6-0. B36, sum er nærmasti kappingarneyti, vann somuleiðis trygt 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, meðan AB vann 8-0 ímóti FC Suðuroy. HB vann tepran 2-1-sigur á ÍF, meðan Víkingur var seinasta heimaliðið av øllum, sum vann. Tær vunnu 5-0 ímóti B68/NSÍ.
Úrslitini merkja, at KÍ heldur fast við oddasessum við trimum stigum frammanfyri B36, meðan AB er enn trý stig aftanfyri B36.

AB - FC Suðuroy 8-0 (2-0)
1-0: Silja á Borg Færø, 27.
2-0: Ásleyg Súnadóttir, 42.
3-0: Ásleyg Súnadóttir, 48.
4-0: Ásleyg Súnadóttir, 62.
5-0: Liljan av Fløtum Jespersen, 68.
6-0: Doris í Garði Olafsdóttir, 71.
7-0: Vilhelmina Olsen, 83.
8-0: Elin Maria Isaksen, 85.

B36 - EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0: Katarina K. Saxov, 21.
2-0: Margit Magnusdóttir, 32.
3-0: Margit Magnusdóttir, 85.

KÍ - Skála 6-0 (2-0)
1-0: Sofía Purkhús, 4.
2-0: Sofía Purkhús, 35.
3-0: Sigrid Jacobsen, 67.
4-0: Sofía Purkhús, 70.
5-0: Rannvá B. Andreassen, 75.
6-0: Elsa Maria Simonsen, 85.

Víkingur - B68/NSÍ 5-0 (2-0)
1-0: Ansy Sevdal, 13.
2-0: Jóhanna Lervig, 45.
3-0: Laila Pætursdóttir, 81.
4-0: Margunn Jacobsen, 84.
5-0: Jóhanna Lervig, 87.

HB – ÍF 2-1 (1-0)
1-0: Elin Niclasen, 37.
2-0: Lív F. Arge, 50.
2-1: Annika Ragna Petersen, 72.