POLITIKKUR: - Almenna hugsanin hevur higartil verið, at tað eru ali- og fiskivinnan, sum skulu skapa arbeiðspláss kring alt landið. Men um hesi arbeiðspláss verða flutt úr Norðoyggjum, so fer tað at steðga allari menning av økinum.
Tað sigur løgtingskvinnan úr Klaksvík, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum hevur sett fram ein fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.
Hetta ger hon í samband við tíðindini um, at stóra føroyska alifyritøkan Bakkafrost ætlar at miðsavna virksemið sítt á einum einstøkum staði. Hesa ætlan dámar henni illa:
- Stóru fyritøkurnar, sum sleppa at brúka firðir og sund, eiga at hava ein samfelagsskyldu til at syrgja fyri, at arbeiðspláss verða verandi kring landið.
Elsebeth vísir á, at alivinnan hevur verið rakt av sjúku, men hevur ment seg til tað hon er í dag ikki minst aftaná, at strangt eftirlit er sett í verk. Hon ivast tí í, um tað er rætt at flyta livandi fisk sjóvegis millum øll aliøkini í Føroyum. Ella sum hon tekur til:
- Tá sami brunnbátur skal føra allan fisk úr øllum aliøkjum eru sannlíkindi fyri, at møgulig smitta kann førast ímillum alibrúkini.
Kommunurnar kring landið hava við sínum átøkum stuðlað teirri menning, sum hevur verið í alivinnuni seinastu árini.
- Tí er tað hugstoytt, at hoyra at teir sum standa fyri alingini velja at síggja burtur frá teirri vælvild kommunurnar hava víst og miðsavna alt virksemið á einum stað, sigur altso Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
MYND:
- Eg ynski at fáa at vita frá Johan Dahl, um tað er ein gongd leið at seta treytir við aliloyvini, sum tryggja eitt ávist virksemi í økinum, har sum fiskurin veksur, sigur løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. sum her er avmyndað við Borðoyavík, har nógv alivirksemi er.