Øll nevndin heldur fram

Á aðalfundi hjá Grindamannafelagnum leygardagin varð avgjørt, at nevndin heldur fram, óbroytt

Aðalfundur

Tveir nevndarlimir og tríggir varalimir stóðu fyri vali, og hesir vórðu allir afturvaldir.
Soleiðis heldur sitandi nevnd fram óbroytt.
Í nevndini eru Ólavur Sjúrðarberg, Leirvík, Regin Jespersen, Sørvágur og Hans Jákup Hermansen, Tórshavn.
Eykalimir eru Hanus Højgaard, Tórshavn, Gutte Guttesen, Bøur og Andrass Joensen, Klaksvík.
Ólavur Sjúrðarberg, formaður, sigur, at bæði samveran um morgunin og aðalfundurin stundisliga seinnapartin leygardagin eydnaðust væl.
- Fyrilesturin um grindabýti var áhugaverdur, leggur hann aftrat.
Á aðalfundinum varð kunnað um hvalateljingina TNASS 2007, og kunnað varð eisini um satelitmerking av grind, springara og kópi.
- Kunnað varð eisini um IWC-fundin, sum verður í juni og um grindakanningar í ár, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Sum heild, ein áhugaverdur og upplýsandi aðalfundur í Grindamannafelagnum.