Øll ár eru ár teirra brekaðu

Fráfarandi formaðurin í MBF, Marjun Sigurðsdóttir fegnaðist um undirtøkuna fyri ári teirra brekaðu í fjør. Í formansfrágreiðingini vísti fráfarandi formaðurin á, at árið hevur verið støðið undir eini hugburðsbroyting viðvíkjandi brekaðum í Føroyum.

-Grundleggjandi samfelagsbroytingar verða ikki framdar eftir einum ári. Heldur ikki hvørva brek, fyri tí um vit hava eitt "ár teirra brekaðu". Øll ár eru ár teirra brekaðu.
Fráfarandi formaðurin í Meginfelag teirra brekaðu, Marjun Sigurðsdóttir, vísti í formansfrágreiðingini á, at hóast ár teirra brekaðu var í fjør, heldur áhaldandi stríðið fyri at vinna brekaðum betri rættindi fram.
Á aðalfundinum hjá MBF leygardagin fegnaðist hon um stóru undirtøkuna fyri ári teirra brekaðu.
-Árið 2003 hevur verið støðið undir eini hugburðsbroying. Fólk, feløg og stovnar hugsa øðrvísi, tá tað ræður um atgongd og javnrætt. Bæði privatir og almennir stovnar gjørdust meira tilvitað um tørvin hjá brekaðum í føroyska samfelagnum, sigur Marjun Sigurðsdóttir.

Eingin langtíðarætlan
Fráfarandi formaðurin sigur seg kortini framvegis sakna ein langtíðar og skipaðan politikk á økinum.
-Árið í fjør átti at verið støðið undir einum langfreistaðum politikki, men hann er ikki at fáa eyga á. Tað neyðugt hjá politikkarum at seta eina 5-10 ára ætlan út í korti, heldur Marjun Sigurðsdóttir.

Stór undirtøka
Í samband við ár teirra brekaðu í fjør skipaði MBF fyri eitt ótal av ymiskum tiltøkum. Fólkaskúlarnir kring landið høvdu millum annað eina evnisviku um brekað við góðum úrslitum.
-Vit fingu ómetaliga góðan stuðul úti í skúlunum. Vit fingu gjørt børnini meira tilvitað um tey brekaðu, og samanumtikið eydnaðist evnisvikan ómetaliga væl, greiðir Marjun Sigurðsdóttir frá.

Heilsa og aldur
Seinastu tvey árini hevur Marjun Sigurðsdóttir røkt formanssessin í MBF. Leygardagin takkaði hon fyri seg.
-Aldur og heilsa gera tað, at eg valdi at siga formanssessin frá mær. Tað inniber kortini ikki, at eg fari at halda meg burtur frá felagnum. Við Leilu Solmunde hevur felagið fingið ein frálíkan formann, sigur fráfarni formaðurin í MBF at enda.