Øll Suðuroyggin liggur myrk

Men tað verður ikki so leingi

Fyri eini løtu síðani misti øll Suðuroyggin streymin. Vakthavandi rakstrarleiðari á SEV sigur, at onkrir trupulleikar tóku seg upp í einum motori á verkinum í Vági.

Men trupulleikin er ikki stórur, so hann er loystur, og nú eru tey í ferð við at fáa gongd á aftur, og rakstrarleiðarin væntar, at áðrenn ein hálvur tími er farin, so lýsir aftur í Suðuroy.