Longu tá Sámal og Ronnie sum teir fyrstu komu á pallin, var um at vera fult inni í Platform. Føroyingar, sum annars eru kendir fyri altíð at koma ov seint, høvdu í sambandi við hesa konsertina tikið annað skinn um bak.
í fyrstu atløgu við at keypa sær atgongumerki í góðari tíð, og í aðru atløgu við at vera á Platform fyri tíðina.
Hóast upprunaliga ætlanin, um at hava stólar eftir øllum gólvinum, var slept, gjørdi hetta ikki mun. Fólk sótu á gólvinum ella stóðu, og tað sá ikki út til at nerva nakran.
Skráin var væl samansett. Tað er altíð torført at vera fyrst á pall, sigst, men Sámal og Ronnie fingu lív í fólk við teirra vísum.
Sonne Smith hevði fingið uppgávuna at presentera bólkarnar. Av og á gjørdist hann kanska í so drúgvur.
Næstur á palli var Hanus Johansen. Serliga við sanginum Átjan fekk Hanus fólk við sær. Hann lat áhoyrararnar um at syngja lagið, ímeðan hann sjálvur improviseraði.
Hetta mundi vera besta framførðsla Hanusar í longri tíð. Og tað skuldi sagt eitt sindur.
Kári p.
Tað var tó týðiligt hvat høvuðsnavnið á konsertini var. Áðrenn Kári p. yvirhøvur var komin á pallin, reistu fólk seg upp at klappa og fagna honum.
Spælimaðurin, við speisku og prikandi løgunum, hevur ikki verið á palli í áravís, og tað var skjótt greitt, at fólk hava saknað hann. Øll sungu við til allar teir gomlu kenningarnar. Hinumegin ringvegin, Súrligar nætur í Keypmannahavn og Kalli Katt fingu av álvara stemningin at kóka.
Onkuntíð kom onkur regla skeivt fyri hjá Kára, men hann bleiv rættaður av fjøldini í salinum, sum sang við av øllum alvi. Tað tyktiskt, sum vildu tey veruliga vísa honum, at hann, hóast hann ikki hevur gjørt nakað um seg í fleiri ár, ikki er gloymdur.
Ímillum sangirnar var at kalla kvirt, og barrfólkini høvdu lítið og einki at gera ta løtuna, meðan Kári p. spældi.
Onkur vildi vera við, at Kári p. tóktist sera tamur í mun til hvat hann plagdi at vera á pallinum, og at sama orka ikki var í hesi framførðsluni, sum tað plagdi at vera hjá honum. Men óansæð orku á pallinum, so rúnarbant hann áskoðararnar. Hann var somuleiðis tann einasti, sum var klappaður og róptur uppaftur á pallin til eitt eykanummar.
Avbera gott kvøld
Síðani kom Terji Rasmussen. Hóast huglagið nú broyttist heilt, dugdi Terji væl at fáa áhoyraran við sær. Undir hansara framførðslu var nógvur gangur og prát, serliga tí at øll tey tystu fólkini, sum høvdu sitið still og lurta eftir Kára p., nú brádliga fóru í barrina at keypa. Men við løgum sum Mamma, Eros og Eg flýggi til tónleikin, fekk Terji savnað fjøldina aftur.
Eftir Terja komu fyrst Páll og Ronnie og síðani Martin Joensen á pall. Nú býttust áhoyrararnir í tveir partar, tey yngru og tey eldru. Tað gjørdi, at tað bleiv ófriðaligt inni, og fólk fóru at ganga út og inn og mala. Soleiðis var eisini meðan Deja Vu spældi. Men tað gjørdi fyri so vítt einki, fólk hugnaðu sær og gingu runt og prátaðu við fólk, ímeðan tónleikurin spældi. Seinasti bólkur á pall var All That Rain, sum spældi til dans restina av náttini.
Samanumtikið eitt sera gott kvøld, við góðum tónleiki, har inntøkan fór til eitt gott endamál. Ikki so galin háttur at nýta eitt fríggjakvøld .