Um vikuskiftið er stevna í Runavík. Á skránni er eitt nú landskappingardystur millum grannarnar í NSÍ og Víkingi. Tað verður seinnapartin sunnudagin.
Í kvøld hittust næstbestu liðini hjá Víkingi og NSÍ. Tað var uppi á Brekku í Leirvík.
Undan grannauppgerðini hevði Víkingur 19 stig, og NSÍ hevði 13 stig.
Hóast tað kundi sæð út til, at tað var Víkingur, sum var favorittur, so vóru tað NSÍ og Rúni Rasmussen, sum vunnu øll stigini. Úrslitið var 2-1 til NSÍ.
Øll málini vórðu skorað eftir lítlari løtu tíðliga í fyrra hálvleiki.
Í 14. minutti var tað Rani Hansen, sum legði heimaliðið á odda eftir upplegg frá Arnóri Brandsson. Hetta var 13. málið hjá Rana Hansen, sum er toppskjútti í næstbestu deildini.
Fýra minuttir seinni javnaði NSÍ til 1-1. Málskjútti var Meinhard Janusarson, og uppleggið átti Pól Jóhannus Justinussen. Meinhard Janusarson hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár.
Fýra minuttir seinni skoraði NSÍ sigursmálið. Málskjútti var 16 ára gamli Markus Danielsen. Hetta var fimta ferðin í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Uppleggið átti 17 ára gamli Benadiktus Olsen.
Annan leygardag fær NSÍ vitjan av ÍF, og tá fer Víkingur at vitja á Sandi.