Løgmaður: Brotasjógvarnir hava lagt seg

Kaj Leo Holm Johannesen helt lyftið um at halda sína mest bjartskygdu ólavsøkurøðu nakrantíð

 

Kaj Leo Holm Johannesen fjaldi ikki út yvir tað frammanundan, og tað varð, sum hann hevði lovað. Løgmaður helt í dag sína mest jaligu og bjartskygdu ólavsøkurøðu nakrantíð.


Boðskapurin var púra greiður: Samgongan hevði øgiligar avbjóðingar, tá ið hon tók við, men nú eru fleiri av størstu avbjóðingunum loystar.

- Lýggir vindar eru yvir okkum. Ljósa tíðin og góða summarveðrið seinastu vikurnar gevur orku. Tað er enn eina ferð summar í Føroyum, segði løgmaður í røðu sínari og sipaði ivaleyst eisini til búskapargongdina í Føroyum.

- Seinastu árini hava avbjóðingarnar verið stórar, og brotasjógvarnir verið ógvisligir. Vit vóru merkt av hóttaføllum frá størstu búskaparkreppu, heimurin hevur upplivað síðan 30árini. Vit vóru partur av størstu diplomatisku ósemju í áratíggju, tá ið stórveldið ES setti handilsbann í verk ímóti okkum. Og vit vóru sett at stýra einum vælferðarsamfelagi undir stórum trýsti av trongum tíðum og vaksandi tørvi og útreiðslum. Samstundis var fólkatalið fallandi, vísti løgmaður á.

- Nú er gongdin vend. Brotasjógvarnir hava lagt seg. Tað gongur væl í Føroyum. Fleiri av størstu avbjóðingunum eru loystar. Vit komu væl gjøgnum kreppuna. Tí vit framdu røtt átøk í rættari tíð. Hildu aftur við útreiðslunum. Fingu nýggjar inntøkur, og nú er búskapurin aftur komin á beint.

- Vit hava varðveitt vælferðina og sett nýskipanir í verk. nýskipanir, sum ikki bara skulu tryggja okkara vælferð, men eisini vælferðina hjá okkara eftirkomarum. Fólkatalið veksur aftur. Vit hava sum tjóð staðið saman, tá ið harðast leikaði á í stríðnum við ES og hini strandalondini. Handilstiltøkini verða tikin av í næstum, og vit fáa nógv størri part í makrel- og sildafiskiskapinum komandi árini.

- Døpru útlitini, ið eyðkendu samfelagsgongdina, eru farin. Eftirskjálvtarnir frá búskaparkreppuni eru fánaðir burtur. Jú, sanniliga – vit eru á rættari kós, segði løgmaður og legði afturat:

- Eg vil nýta høvi at takka okkara landsmonnum fyri tey tøk, sum eru tikin. Tað er ein heiður og ein framíhjárættur saman við góðum og evnaríkum fólki at hava leitt okkara land ígjøgnum búskaparkreppuna.

- Lágtrýstið er farið framvið. Eitt hátrýst við sól og lýggjum vindi sær út til at hava lagt seg stilt yvir okkara vøkru oyggjar. Vit fara tí við góðum treysti undir eitt nýtt tingár – at taka tey tøk, ið skulu føra okkara tjóð longur fram á leið, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni.