Løgmaður fær ongan ráðharrabil

Meirilutin í serligu nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá løgmanni um at broyta lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrismonnum, tekur ikki undir við, at løgmaður og landsstýrismenn fáa ráðharrabil.

Tað stendur í álitinum frá serligu nevndini, sum varð lagt fram á tingfundi í gjárkvøldið. Tingið skal í summarfrí í dag, so málið skal skundast ígjøgnum bæði 2. viðgerð og 3. viðgerð í dag, um lógin skal fáa gildi.

Bæði minninlutin í fíggjarnevndini, sum umboðar samgongumeirilutan í tinginum, og meirilutin í fíggjarnevndini, sum um boðar andstøðuna í tinginum, eru samd um, at løgmaður og landsstýrisfólk ikki fáa ráðharrabil á hesum sinni.