Løgmaður fer at endurskoða revsilógina

– Eisini kynslig brotsverk móti børnum. Landsstýrið fer at hyggja nærri at revsilóggávuni fyri at meta, um broytingar eru neyðugar, og um revsingarnar eru tíðarhóskandi.

Tað upplýsir Beinir Johannesen, løgmaður, í svari upp á ein skrivligan § 52a-fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

 

Hon spurdi, um landsstýrið hevur ætlanir um at herða revsingina fyri lógarbrot móti børnum, um slík brotsverk eiga at verða revsað harðari í Føroyum enn í størri londum, og hvørjar broytingar kunnu verða gjørdar.

 

Løgmaður upplýsir, at landsstýrið hevur sett sær fyri at endurskoða revsilóggávuna fyri at meta, um broytingar eiga at verða framdar, og um heimildirnar eru nøktandi.

 

Í fyrstu syftu verður dentur lagdur á revsing fyri rúsevnisbrotsverk.

 

Orsøkin er, at samgongan hevur avgjørt at seta munagóð átøk í verk fyri at fyribyrgja og tálma nýtsluni av rúsevnum. Í tí sambandi skal eisini kannast, um revsilógin gevur myndugleikunum nóg góð amboð at basa trupulleikunum, sum standast av rúsevnum.

 

Tá arbeiðið við rúsevnislóggávuni er komið longri, er ætlanin at kanna, um revsilóggávan eisini er nøktandi og tíðarhóskandi, tá ið ræður um onnur brotsverk – serliga kynslig brotsverk.

 

Løgmaður vísir á, at landsstýrið eisini ætlar at hyggja at broytingum, sum grannalond hava framt, eitt nú í sambandi við vitlíkistilfar og líknandi.

 

Fía Selma Nielsen spurdi eisini, um brotsverk móti børnum eiga at metast álvarsligari í Føroyum, tí talan er um eitt lítið samfelag.

 

Til tað svarar løgmaður greitt, at børn eru sakleys og verjuleys, og at brotsverk móti børnum altíð eru álvarslig – uttan mun til, um samfelagið er stórt ella lítið.

 

Í svarinum vísir løgmaður á, at reglurnar um kynslig brotsverk seinast vórðu dagførdar í desember 2023. Tá vórðu millum annað kynslig avnoyðsla og lokking gjørd revsiverd.

 

##med2##

 

Hann upplýsir, at fyri tey mest álvarsligu brotini móti børnum undir 12 ár, børnum millum 12 og 15 ár og ungum millum 15 og 18 ár er revsikarmurin fongsul í upp til 12 ár. Sambært løgmanni er hetta millum tær strangastu revsingarnar í føroysku revsilógini.

 

Við serliga álvarsligum og endurtiknum kynsligum brotsverkum er eisini heimild at døma ein persón í trygdarvarðhald.

 

Løgmaður vísir eisini á, at revsikarmurin fyri at breiða út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar visuellar endurgevingar av persónum undir 18 ár undir skerpandi umstøðum kann vera upp til seks ára fongsul.

 

Sjálvt brotið móti barninum verður tó revsað eftir øðrum ásetingum, har revsikarmurin kann vera upp til 12 ára fongsul.

 

Tá revsilógin um kynslig brotsverk verður endurskoðað, verður tað gjørt í samstarvi við viðkomandi partar, eitt nú løgregluna. Endamálið er at fáa eina tíðarhóskandi revsilóg, sum eisini tekur hædd fyri nýggjum avbjóðingum, eitt nú vitlíki og líknandi tøkniligari menning.

 

 

 

Fía Selma Nielsen setti løgmanni ein grein 52a fyrispurning um kynslig brotsverk móti børnum