Løgmaður, løgmaður!!!

EINAFERÐ afturat hevur løgmaður elvt til politiskar trupulleikar, sum hann óivað hevði kunnað sloppið undan, um hann stýrdi landsstýrinum neyvari og hevði havt betri politiskar ráðgevarar.

TEY flestu halda, at grundgevingin at koyra Sámal Petur í Grund frá, tí hann hevur brúkt eitt serligt arbeiðslag í málinum um fast samband um Vestmannasund, er dekan ov grunn.


OG helt løgmaður, at sjálvstýrisflokkurin bara fór at velja ein nýggjan landsstýrismann uttan at gera ein vørr, so tykist løgmaður at vera dekan ov góðtrúgvin.


HEVÐI løgmaður so trupult at fáa Sámal Petur í Grund at virka væl og loyalt í landsstýrinum, sum hann opinbart hevur havt, tí hann gav honum sekkin, átti hann sjálvandi fyrst at vent sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trupulleikunum.


SO kundi Sjálvstýrisflokkurin viðgjørt málið og annaðhvørt tosa Sámal Petur til rættis, valt ein annan landsstýrismann ella farið aftur til løgmann og sagt, at vit kunnu ikki halda fram.


SO hevði løgmaður verið í eini heilt aðrari støðu. Bæði mótvegis sjálvstýrisflokkinum og sínum egna flokki, tí nú hevur hann við at koyra Sámal Petur frá í hesum málinum fingið innanhýsis trupulleikar við Vága Sambandsfelag.


SJÁLVANDI ber til at seta spurnartekin við, um Sámal Petur í Grund bar seg rætt at í hesum máli. Helst hevði verið betur, um hann hevði latið landsstýrið viðgera málið, áðrenn tað varð lagt fyri samgongulimirnar.


MEN aftur her ber til at leggja ábyrgdina til løgmann, tí bæði hetta málið og málið um íløgur-nar á fíggjarlógaruppskotini vísa, at løgmaður hevur ikki tak á tí samlaða landsstýrisarbeiðnum. Tað má hann hava, sjálvt um vit hava fingið ráðharrastýri. Tað kann ikki vera rætt, at hvør landsstýrismaður rekur politikk eftir sínum høvdi.


SAMANUMTIKIÐ hevur formaðurin í sambandsflokkinum aftur víst, at hann hevur torført at fáa politiska samstarvið at rigga, og hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki til at samstarva við Edmund Joensen. Spurningurin er bara nú, um restin av samgonguni hongur saman til val verður.