Løgmaður: Tað verður ongin kollvelting

Nú er trongdligt við hondvaskið, tí ongin vil taka ábyrgd, sigur løgmaður

- Tað er stuttligt at síggja, hvussu trongtligt at tað er við hondvaskið í hesum døgum.

Soleiðis tók Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, speiskliga til á almennum fundi, sum felagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy skipaði fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið.

Hann sipaði til, at politiskir flokkar eru so trekir at viðurkenna sína ábyrgd av støðuni í fiskivinnuni í dag.

Hann sigur, at tvey tey næstu árini eftir at lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í nítíarinum, vóru yvir 120 broytingar í lógini.

Men hann heldur, at nú vaska allir flokkar hendur og eingin flokkur vil rættiliga taka ábyrgd av at bøta um lógina.

Hinvegin verður nettupp arbeitt við eini ætlan fyri, hvussu fiskivinnan kann nýskipast.

Men løgmaður leggur dent á, at tað skal gerast, uttan at kollvelta fiskivinnuna, staðfestir hann samstundis.

Men hann leggur afturat, at tað verður ein avbjóðing, tí áskoðanirnar eru ymiskar í øllum flokkum.

Løgmaður sigur, at ein stór avbjóðing í hesum sambandi er at fáa betri atgongd til marknaðin í Evropa.

Tað merkir, at tollforðingarnar skulu burtur, so at fiskurin kann virkast meiri í Føroyum.

Men tað er eisini neyðugt at arbeiða við øðrum marknaðum, Russlandi, Kina, og aðrastaðni, tí tað eru marknaðir, sum eru líka sterkir sum tann í Evropa.

 

Løgmaður heldur, at tað snýr seg um at fáa so nógvar arbeiðstímar sum tilber burtur úr fiskinum, vit fáa úr havinum hvørt ár.

Tí heldur Sambandsflokkurin, at allur fiskur, føroyingar fiska, skal avreiðast í Føroyum.


Les eisini: Enn er onki boð komið


Løgmaður sigur, at í samband við eina fiskivinnunýskipan, er samgongan samd um nakrar høvuðslinjur. Men nakra veruliga semju er ikki talan um, sigur løgmaður.

Hann heldur, at ein fiskivinnunýskipan má fáa so góða undirtøku í Løgtinginum sum gjørligt og tí vera allir flokkar noyddir at boyggja seg.

Men vit eiga eisini ansa eftir, at tær broytingar vit seta í verk, ikki gera umstøðurnar hjá fiskivinnuni verri enn tær eru í dag.

- Hugsa vit okkum ikki um, er so øgiliga skjótt, at vit kunnu gera støðuna hjá fiskivinnuni nógv verri enn hon er í dag og tí verður talan ikki um at koma sum ketta upp úr høvdatrogi og kollvelta skipanina.

Løgmaður sigur, at í næstum verður eitt uppskot sent til hoyringar, og so verður arbeitt haðani frá.