– Modvind er en god ting, når man skal den anden vej, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við tilsipan til danska skemtaran Storm P.
Sambært løgmanni hevur grøna orkan eisini havt sín mótvind, men við vindmyllulundini í Húsahaganum er grøna orkan í føroyska samfelagnum komin í undanvind.
– Við nýggju vindmyllulundini hjá SEV eru vit komin eitt stórt fet nærri einari grønari orkuskipan í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Tillukku við vindmyllulundini og góðan byr til okkum øll somul, segði løgmaður, áðrenn hann trýsti á knøttin á telduni, ið formliga tendraði vindmyllulundina í Húsahaganum.
– So lætt er tað at tendra eina vindmyllulund, segði Finn Jacobsen frá SEV, tá hann hevði vegleitt løgmann gjøgnum telduskipanina, ið stýrir teimum 13 vindmyllunum í Húsahaganum.
Les eisini: Stórur dagur í søgu SEV
Eftir ætlan skuldu teir umleið 300 gestirnir hjá SEV á Hotel Føroyum síggja livandi myndir úr Húsahaga, samstundis sum løgmaður trýsti á knøttin. Mjørkin argaði tó tað stuntið. Stórskíggjarnir vóru bara gráir. Men løtu seinni lætti mjørkin so frætt, at eina myllan hómaðist á gráu myndini.
Nakrar minuttir seinni hoyrdist so eisini ljóð úr Húsahaganum. Vindurin spældi undir, meðan tekniski stjórin í SEV greiddi frá, hvussu fyrsti streymurin kom úr nýggju vindmyllulundini.
Sí myndir frá hátíðarhaldinum hjá SEV við at TRÝSTA HER.