Løgmaður vil ikki siga, at landsstýrið var til reiðar at leggja seg út í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum við at fara í tingið og gera semingsuppskotið til lóg.
– Tað er rætt, at vit viðgjørdu verkfallið á landsstýrisfundi í gjár. Men tað var fyrst og fremst fyri at fáa partarnar at seta seg saman aftur til samráðingarborðið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann sigur víðari, at semingsmaðurin tosaði við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í nátt og við sjúkrarøktarfrøðingarnar í morgun.
– Vit fylgja neyvt gongdini, sigur løgmaður.