Røða hjá Kristinu Háfoss til viðgerð av Ólavsøkurøðu løgmans 2013
Vit føroyingar búgva í einum av heimsins ríkastu londum. Helst heimsins ríkasta um mált verður eftir tilfeingi pr. íbúgva.
Vit hava eitt vitandi fólk, ovurstórt náttúruríkidømi, skipað vælferðarsamfelag og stórar samstarvsmøguleikar.
Eisini gevur okkara støða sum lítið land okkum gyltar møguleikar at tillaga okkum skjótt, og støðugt menna okkum í samsvari við nýggjar umstøður og avbjóðingar.
Enn hava vit tó ikki dugað at gagnnýta møguleikarnar hjá okkum landi til fullnar. Langt frá.
Hetta er fyrst og fremst vegna manglandi og ófullfíggjaðar politiskar avgerðir.
Tann dagin tað eydnast at fáa eina leiðslu í landinum, ið megnar:
- at seta greið mál fyri landið,
- at skapa breiðar langtíðarsemjur um stórmál, og
- at fremja ein málrættaðan politikk fyri at røkka hesum málum,
tá eru tað nærum ikki mørk fyri, hvørji mál okkara tjóð kann røkka.
Tí fólkið vil og megnar so ómetaliga nógv meira enn tað, ið núverandi politiska leiðslan megnar og vil.
Hvørji eru málini og hvar er reyði tráðurin ?
Ársins Ólavsøkurøða vísti tíverri, at henda samgongan hvørki megnar ella vil taka tey stig, ið skulu til, fyri at skipa okkara land og samfelag best møguligt.
Røðan manglaði í ómetaliga stóran mun politiskar og visionerar málsetningar. Í staðin var røðan ein long røð av uppramsing av ymsum, ið arbeitt verður við úti í aðalráðunum.
Fleiri av málunum eru mál, ið vórðu sett í gongd av undanfarnum samgongum, og enn eru á listanum yvir mál, sum skulu koma á mál. Tað er tó gott, at samgongan arbeiðir víðari við fleiri av málunum, ið undanfarnu samgongur settu í verk – eitt nú Marknagilsdepilin og vardir bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoynni.
Kennist sum røðan er samansett av ymsum embætisfólkum í ymsu ráðunum, uttan at politiska leiðslan hevur givið sær far um, hvør reyði tráðurin og yvirskipaða politiska málið er á ymsu økjunum. Tí sera trupult er at fáa eyga á nakran politiskan boðskap ella langtíðarvisjón í røðuni.
Broyta mátan, ið løgmansrøðan verður skipað
Tá hevði verið betur um løgmansrøðan var styttri, og yvirskipað vísti á, hvørja kós og hvønn politikk samgongan hevði sett sær fyri á ymsu økjunum, meðan landsstýrisfólkini kundu havt meira ítøkiliga frágreiðing um teirra øki sum fylgiskjøl til frágreiðingina.
Ongi politisk mál fyri fleiri týðandi samfelagsøki
Tì sjálvt ikki innan stór og týðandi samfelagsøki verður greitt frá, hvør kós landsins er í Ólavsøkurøðu løgmans. Millum mongu dømini eru hesi:
- Gott at vilji er til, at fremja eina fiskivinnunýskipan, men í røðuni verður onki nevnt um málsetning fyri nýskipanina – bert at ongin semja er um eina fiskivinnunýskipan. Væntast kann tí ikki at nakað hendir so leingi henda samgongan stjórnar landinum.
- Eldraøkið er í andaleypi. Játtanin er ov lág og ongin eldralóg, samstundis sum royndi stjórin í Nærverkinum er koyrdur (helst í eini roynd at vaska politiskar hendur). Samstundis verður fráboðað, at eldraøkið skal út til kommunurnar um 5 mánaðar.
Eisini hóast kommunurnar als ikki vilja yvirtaka hetta økið í verandi støðu.
- Einaferð enn verður sagt, at fólkaskúlin skal skipast í meira hóskandi eindir.
Hóast landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur fráboðað, at hann ikki fer at leggja skúlar saman í størri eindir.
- Skálafjarðatunnilin skal gerast av tí privata. Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum, Landsverk, andstøðan og fleiri onnur hava víst á, at hetta ikki er rætta loysnin.
- Játtanin til útbúgvingar á Fróðskaparsetinum hækkar ikki. Hóast ómetaliga stóran tørv á hesi raðfesting, um ynskt veruliga verður at venda fólkaminking til fólkavøkstur. Sjálvt Havrannsóknskipið skal nú gerast av privatum – og fer hetta – eins og við Skálafjarðatunnlinum – at geva føroyingum eina munandi dýrari loysn.
- Ongar ætlanir eru um, at seta í verk øll átøkini, ið mælt vórðu til í álitinum í fólkavøkstur. Hetta sóu vit eisini undir viðgerðini av fíggjarkørmunum fyri 2014.
- Hartil hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fráboðað, at fleiri skattalættar eru ávegis. Í Ólavsøkurøðuni verður tó onki sagt um hetta. Hvør er ætlanin ?
- Mentanarpolitiskt tykjast als ongi mál vera sett, eins og boðað verður frá, at farast nú skal undir at orða ein vinnupolitikk. Gott at samgongan umsíðir sær, at so at siga ongin vinnupolitikkur hevur verið í hesi samgonguni. Tykist heldur at talan hevur verið um málsviðgerð frá máli til mál.
Ongin stjórnarskipan ella ríkisrættarlig broyting
Heldur ikki verða fleiri onnur týðandi stórmál nevnd.
Stjórnarskipan okkara verður ikki nevnd við einum orði, eins og trupulleikar okkara av, at vit eru í eini undarligari hvørki-støðu tá umræður okkara altjóða rættarligu støðu, har vit hvørki eru Føroyar ella Danmark, men “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” heldur ikki verður nevndur við einum orði.
Kann ikki skiljast øðrvísi enn, at samgongan ongar ætlanir hevur á hesum økjum.
Ongin virkisætlan fyri Føroyar eftir ES-boykott
Hvør er so virkisætlanin, nú handilsboykott verður sett í verk av Danmark og ES móti Føroyum ? Hevur landsstýrið saman við vinnuni ikki kortlagt verandi støðu, og støðuna eftir eitt boykott, og hvat gjørt verður fyri at samfelagið skal missa so lítið og vinna sum mest av handilsboykottinum ? Ikki eitt orð um nakra virkisætlan. Nevnt verður bert, at ynskt verður at samráðast til eina og hvørja tíð. Men spurningurin er, er hetta rætt ?
Skulu vit samráðast um handilsboykott verður sett í verk ? Nei.
Skulu vit krevja at handilsboykottið verður avtikið áðrenn samráðingar vera, tí annars ber ikki til at samráðast sum javnbjóðis partar ? Ja.
Hevði væntað at henda søguliga spenta støðan, ið Føroyar eru í mótvegis ES og Danmark í hesum døgum – og serliga júst í dag, tá serstaka ES-nevndin hevur tikið endaliga støðu til málið – fylti nakað væl meira í røðu løgmans. Men so skuldi ikki verða. Kanska tí, at løgmaður ikki trýr uppá nakað boykott, so sum hann sjálvur tók til í útvarpinum herfyri.
Men veruleikin er ein annar – og tað hendir her og nú – og Føroya fólk hevur krav uppá at fáa greitt at vita, hvat ítøkiliga verður gjørt frá landsins leiðslu, fyri at tryggja at samfelagið kemur sum best burturúr støðuni. Hetta átti Ólavsøkurøða løgmans í minsta lagi havt eitt boð uppá.
Fullveldisætlan merkti sjálvstøðugar Føroyar á Ólavsøku 2012
Samstundis vita vit, at var fullveldisætlanin til veruleika, so vórðu Føroyar skipaðar sum sjálvstøðugt land á Ólavsøku 2012.
Kanska var tað tí, at løgmaður fekk íblástur til “dreymin”, ið hann umrøddi í Ólavsøkurøðuni fyri 2012, har hann vildið skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Ein dreymur, ið tykist fullkomiliga at verða horvin beint eftir, og serliga nú 1 ár seinni. Tí løgmansrøðan í ár nevnir ikki ríkisfelagsskapin ella nýskipanir av hesum til ein ríkjafelagsskap millum 3 sjálvstøðug lond, við einum tí einasta orði.
Varð fullveldisæltanin til veruleika, og megnaði politiska leiðslan – saman við fólkinum og vinnuni – at taka røttu avgerðirnar, kundi løgmaður í Ólavsøkurøðu síni í 2013 m.a. kunna staðfest fylgjandi:.
Ólavsøkurøðan - so sum hon kundi verið
“Vit hava nú verið sjálvstøðugt land og fólk í 1 ár.
Hetta merkir, at vit nú í 1 ár hava havt fullan limaskap í altjóða samfelagnum, og hava nú fulla ábyrgd av at skipa okkara samfelag soleiðis, at vit fáa framgongd á øllum økjum til frama fyri alt fólkið í Føroyum.
Úrslitini tala sítt greiða mál. Tí vit hava flutt landið og fólkið longur fram seinastu fáu árini, enn Føroyar og føroyingar hava flutt seg seinastu 100 árini.
Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at føroyingar hava valt at taka fult ræði av egnum landi.
Føroyingar luttaka tí nú á jøvnum føti við aðrar tjóðir í alheimsfelagsskapum, so sum Sameindu Tjóðum, WTO, Arktiska Ráðnum, Norðurlandaráðnum, Olymisku leikunum, Eurovision o.s.fr. Gamli ríkisfelagsskapurin er umskipaður til ein veruligan felagsskap millum sjálvstøðug og javnbjóðis lond.
Føroyar hava umsíðir eina rødd í altjóða samfelagnum, og eru við har avgerðir verða tiknar.
Ótalligar dyr eru latnar upp, og eitt stórt tal av handils- og samstarvssáttmálum gjørdir. Hesir hava givið føroyingum og føroyskari vinnu munandi sterkari samband við lond kring allan heim, og hetta hevur gjørt, at ES-marknaðurin ikki longur er altavgerandi fyri føroyska útflutningsvinnu.
Saman hava vit nú rokkið stóru málunum, ið vit settu fyri fáum árum síðan.
Nýggj mál eru nú sett fyri komandi árið, fyri valskeiðið, og eisini eru greið mál sett og ítøkiligar virkisætlanir gjørdar í eini 10-ára menningarætlan fyri landið.
Hetta er ein ætlan, ið skal tryggja støðuga menning á øllum økjum, og fyri at tryggja at málini verða rokkin, er ætlanin sjálvandi kjølfest breitt í politisku skipanini.”
Málið kundi verið rokkið – og nýggj mál sett
Hetta kundi verið partur av Ólavsøkurøðu løgmans anno 2013 – um teir flokkar, ið áðrenn hvørt val siga seg vilja virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, hildu tað teir lovaðu. Men tað hava teir ikki gjørt – Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Tvørtur ímóti. Tí saman hava teir framt mest sambandssinnaða og asosiala politikkin nakrantíð, tá teir eitt nú hava:
- hækkað ríkisveitingina fyri fyrstu ferð í 10 ár,
- tømt Búskapargrunnin,
- brúkt framtíðar pensjónsskattainntøkur nú,
- framt mest asosiala skattalætta nakrantíð, og
avtikið Landsbanka Føroya.
Sjálvt heimtøka av ábyrgdini av útlendingamálum er ongin peningur settur av til – heldur ikki í fíggjarkørmunum fyri 2014.
Fólkið vil aðra kós enn núverandi sambandssamgonga
Fólkið vil annars nakað annað. Tí ein stórur meiriluti er á Løgtingi fyri einum sjálvstøðugum Føroyum – hetta um fólk skulu trúgva teimum flokkum, ið siga seg vilja virka fyri hesum.
Sjálvt leiðari Sambandsfloksins – og løgmaður – boðaði í Ólavsøkurøðuni í fjør frá, at hann hevði ein dreym um, at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt land, og at ríkisfelagsskapurin varð umskipaður til ein felagsskap millum sjálvstøðug lond.
Endiliga tyktist breið semja vera í eygsjón. Kundi verið ein sera stór løta í føroyskum politikki, men síðan tá hevur politikkurin tó peikað í allar aðrar ættir enn móti einum sjálvstøðugum Føroyum.
Hvar bleiv dreymurin av ?
Hetta er eitt av ótalligum dømum um, at tað – við núverandi stjórn – ber til at siga hvat sum helst, og samstundis gera beint tað mótsatta. Hetta undirgravar álitið á landsins leiðslu og landsins framtíð.
Tí skylda løgmaður – og hinir flokkarnir Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin – Føroya fólki at svara:”Hvat ger samgongan ítøkiliga fyri, at tryggja føroyingum fullan limaskap í altjóða samfelagnum, og at umskipa samstarvið við Danmark soleiðis at talan verður um ein veruligan felagsskap millum javnbjóðis, sjálvstøðu lond ?”
Felags átøk eftir boykott frá ES og Danmark
Nú ES og Danmark hava samtykt boykott móti Føroyum, vil eg at enda mæla til, at allir flokkar á Løgtingi saman senda skrivliga áheitan til donsku stjórnina – og gjarna eisini til aðrar stjórnir – har mælt staðiliga verður frá, at stongja havnir og seta í verk handilsforðingar.
Vil samstundis mæla løgmanni til at persónliga at fara á fund við øll viðkomandi tingfólk, politikarar og embætisfólk í ES fyri at ávirka málið í ES-høpi. Eisini skal landsstýrið nýta allar møguleikar fyri at fáa boðskap Føroya út, herundir má samskiftisfólk løgmans leggja alla orku í, at fáa okkara boðskap út í miðlar í ES, og støðugt svara ákærum, ið verða reistar í ymsum miðlum í ES.
Tí tað verða ongi onnur enn vit sjálvi, ið koma at virka fyri okkara rættindum.
So latið okkum gera tað til fullnar – og latið okkum gera tað saman.
Fólkaatkvøðu sum skjótast
Og latið okkum eisini sum skjótast geva føroyingum sama møguleika sum skotar í 2014, og harvið møguleikan at koma á fólkaatkvøðu fyri at svara spurninginum:
”Ynskir tú, at Føroyar gerast sjálvstøðugt land?”
Á Løgtingi, 31. juli 2013
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi