Løgregla handtók gíslatakara á apoteki í Karlsruhe

Gíslarnir vóru óskaddir, vóru boðini frá løgregluni, eftir at eina gíslatøku í einum apoteki í týskum býi

 

Týska løgreglan hevur avbyrgt eitt økið kring eitt apotek í Karlsruhe, har ein gíslatøka var í gjárkvøldið. - Foto: Tilman Blasshofer/Reuters

Ein 20 ára gamla maður er handtikin av løgregluni, eftir at hon leyp á eitt apotek í týska býnum Karlsruhe, har maðurin hevði hildið 11 fólkum sum gíslar í fleiri tímar í gjárkvøldið.

Ta- skrivar týska tíðindastovan dpa.

Um fleiri fólk hava verið við til gíslatøkuna er enn ógreitt. Løgreglan upplýsir sambært dpa, at nakrir av gíslunum kunnu hava verið geningsmenn.

Bæði gíslar og tann, ið verður hildin at vera gerningsmaðurin, sluppu óskadd frá hendingini.

Hendingin byrjaði seint seinnapartin í innara parti av Karlsruhe, sum er í útsynningspartinum av Týsklandi, nærindis markinum til Frankaríki.

Løgreglan í býnum upplýsti tá, at tey hevur sett í verk eitt størri átak í miðbýnum í Karlsruhe, og at stórir partar av miðbýnum vóru avsperraðir. Fleiri neyðsendarakfør stóðu í gøtunum nærindis.

Serdeidlir komu á staðið klokkan 16:30, men lupu ikki á apotekið fyrr enn umleið fimm tímar seinni.

Eygnavitni siga sambært tíðindastovuni Reuters, at tey hoyrdu fleiri spreingingar í sambandi við, at løgreglan fór inn á apotekið.

Stutt eftir sást løgreglan fylgja einum handtiknum manni út úr apotekinum. Andlit hansara var fjalt í einum teppi.

– Serdeildir fóru inn á apotekið klokkan 21.10. Ein mistonktur maður er handtikin, skrivar løgreglan í Karlsruhe á Twitter.

Løgreglan hevur ikki frígivið upplýsingar alment um, hví illgerðarmaðurin skuldi hava tikið 11 fólk sum gíslar.

Týska blaðið Stuttgarter Zeitung skrivar sambært Reuters, at hann kravdi loysigjald upp á hundraðtals milliónir í evrum.

Tað hevur løgreglan tó enn ikki viðmerkt.

/ritzau/

 

Týska løgreglan hevur avbyrgt eitt økið kring eitt apotek í Karlsruhe, har ein gíslatøka var í gjárkvøldið. - Foto: Tilman Blasshofer/Reuters