Løgreglan fekk úr at gera við at skriva bøtur

Løgreglan gjørdi eitt rættiligt hál í Klaksvík

Í gjár var løgreglan og kannaði ferðsluna í Klaksvík at vita, um øll øll viðurskifti vóru ílagi. Kanningarnar vórðu á Nólsoyar Pálsgøtu og tilsamans vórðu 40 bilar steðgaðir.

 

Og tað kann ikki sigast, at støðan var nakað serlig, tí heili 31 bøtur vórðu skrivaðar í samband við teir 40 bilarnar, sum vórðu steðgaðir.

 

Løgreglan sigur, at tilsamans vórðu 23 av bøtur skrivaðar fyri at fólk ikki brúktu trygdarelti, seks bilførarar vórðu fingu bót fyri ikki at hava koyrikort uppi á sær og tveir bilførarar fingu bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu.