- Vit hava havt úr at gera í nátt og vit hava havt rættiliga nógv at gera.
Tað sigur løgreglan í morgun.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at veðrið hevur verið gott og tað er helst ein forkláring upp á, at tað eisini hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum.
- Tey løgreglufólk, sum hava verið til arbeiðis í nátt, siga, at tað hevur verið sum á ólavsøku í Havn í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Men hóast tað plaga at vera nógv fólk í býnum, hevur tað mangan verið friðarligt.
- Annað jólakvøld hevur mangan ikki verið øðrvísi enn eitt vikuskifti, sigur vakthavandi.
Men annað jólakvøld í ár var eitt undantak, tí løgreglan hevur havt úr at gera í alla nátt.
- Vit hava havt meiri at gera annað jólakvøld í ár enn onnur ár, sigur løgreglan.
Hann sigur, at umframt at veðrið var gott, var tað eisini hált og í nátt hevur løgreglan fleiri ferðir sent sjúkrabil eftir fólki, sum eru dottin og hava fingið skaða og tey eru so flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Annars hevur løgreglan havt nógv stríð av fullum fólkum.
Tvær ferðir varð løgreglan boðsend til ófrið heima hjá fólki og í Skopun er ein maður meldaður fyri harðskap í nátt, tí hann skal hava givið einum øðrum framman á.
Tað sama hendi í Fuglafirði og eisini tað málið fylgir løgreglan upp.
Eisini í Klaksvík kannar løgreglan eitt mál um harðskap, men tað er av tí álvarsliga slagnum, tí har hevur ein fingið eina fløsku í høvdið og tað fekk eitt sindur av skaða av.
Løgreglan kannaði eisini rættiliga nógvar bilførarar fyri rúsdrekkakoyring og í tí sambandi varð ein bilførari tikin í Havn í nátt.
Annars hevur løgreglan tikð nógv full fólk upp og hjálpt teimum, sum ikki hava klárað seg sjálvi, til húsar aftur.
|