Løgreglan hevur tos­að við egg­blak­ar­ar í Saltangará

Fleiri fráboðanir eru komna um unglingar í Saltangará, sum hava havt til fragd at kasta egg eftir bilum

Løgreglan hevur seinastu dagarnar fingið fleiri fráboðanir um, at unglingar hava kastað egg eftir koyrandi bilum í Saltangará.

Tí hevur løgreglan verið til staðar í Runavík, fyri at fáa fatur á hesum unglingunum – og fyri at tosa við teir álvarn í at gera seg inn á ferðsluna við at kasta egg eftir bilum. Tað er sum kavabløkum, beinleiðis skaðin er kanska ikki so stórur, og kanska unglingarnir fáa ein stuttleika, men tað er sjálvandi vandamikið at órógva koyrandi bilførarar, tí tað kann føra til vanlukku. Og so er tað heldur einki stuttligt at fáa egg á bilin.

 

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at tað eydnaðist teimum í gjár at fáa fatur á hesum 10-15 unglingunum, og løgreglan fekk eitt gott prát við teir. Men tað er ikki nóg mikið at tosa við dreingirnar, tí hevur løgreglan eisini tosað við foreldrini fyri at fáa tey at fáa unglingarnar at skilja álvaran í málinum, sigur vaktleiðarin. 

Tá talan er um fólk undir 18 ár, so verður altíð ein sosialrapport skrivað, sum verður latin sosialu myndugleikunum í kommununi. Tað verður so eisini gjørt í hesum máli.

Í onkrum handli í økinum hava tey lagt til merkis, at unglingar hava keypt heldur nógv egg seinastu dagarnar, og tá okkurt starvsfólk í handli eisini fekk eitt egg blakað á bilin, so var tað lætt at eyðmekja dreingirnar, tí felstu handlar hava vakmyndatól, sum avdúka slíkt.