Benjamin netanyahu eigur at ákærast fyri mutur. Tað er niðurstøðan hjá ísraelsku løgregluni.
Tað upplýsti Netanyahu sjálvur í eini sjónvarpsrøðu, har hann segði ákærurnar vera »ógrundaðar« og segði seg vera ósekan.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Fleiri miðlar í Ísrael skrivaðu í gjár, at løgreglan fór at enda 14 mánaða drúgva kanning við at mæla til, at ákæra verður reist ímóti Netanyahy fyri tvey viðurskifti: Eitt fyri mutur og eitt fyri korruptión.
Netanyahy upplýsti í røðu síni, at hann heldur fram sum forsætisráðharri hóast tilmælið hjá løgregluni. Hann segði eisini í røðuni, at ákæran »einki fór at føra við sær«·
Annað málið snýr seg um sjampanju og dýrar sigarir, sum Netanyahu skuldi hava fingið frá handilsmanninum og filmframleiðaranum Arnon Milchan.
Arnon Milchan hevur millum annað stovnað Regency Enterprises, sum hevur gjørt filmar sum »12 Years a Slave«, »LA Confidential«, »Fight Club« og »Mr. and Mrs. Smith«.
Harumframt verður Netanyahu mistonktur fyri at hava givið einum blaðútgevara norðanfyri fyrimunir afturfyri, at blaðið skrivaði pent um seg.
Ísraelski forsætisráðharrin legði løgregluna undir at vera á heksajagstran eftir sær og endaði við at víðka lyftið sítt um at stilla uppaftur til næsta val.
Tilmælið hjá løgregluni merkir, at tað stendur nú til stjóran hjá ákærumyndugleikanum í Ísrael, um ákæra verður reist.
Tíðindi í gjár minna ikki sørt um Ehud Olmert, sum legði frá sær sum forsætisráharri vegna eina kanning hjá løgregluni ímóti sær.
Tá mælti andstøðuleiðarin Olmert til at leggja frá sær.
– Tú kanst ikki stýra við skili undir avhoyringum, ljóðaði argumentið.
Andstøðuleiðarin í Ísrael tá æt Benjamin Netanyahu.
/ritzau/