Løgreglan í Suðuroy lagt hald á hassj

Húsarannsókn hevur verið hjá einum manni og hann játtar seg sekan

Løgreglan í Suðuroy hevur nú gjørt húsarannsókn hjá einum manni og har varð hald lagt á eini 80 gramm av hassji.

 

Jaspur Vang, leiðari fyri løgregluni í Suðuroy, sigur, at tey hava havt illgruna til mannin í eina tíð. og tískil vórðu húsini nú rannsakað.

 

Maðurin varð tikin við á løgreglustøðina til avhoyringar, og har hevur hann játtað seg sekan. Síðani er hann leyslatin aftur, men hann er nú skuldsettur fyri at hava brotiðlógina um rúsevni og verður førdur fyri rættin seinni.

 

Jaspur Vang sigur, at rúsevni eru kring alt landið, og eisini í Suðuroy er ein brúkaraskari. Men tíverri síggja vit, at tað legst eitt sindur afturat hesum brúkaraskara hvørt ár, serliga av ungum fólki, leggur hann afturat.