Løgreglan kannar Anitu

Kannað verður nú um Anita hevur brotið lógina

Løgreglan er nú farin undira kanningarnar, sum skulu vísa, ella avsanna, at garnaskipið, Anita, hevur brotið lógina um vinnuligan fiskiskap.

 

Vørn meldaði reiðaran á Anitu fyri at hava brotið lógina og síðani hevur verið bíðað eftir, at skipið skuldi koma til lands.

Anita kom á Havnina í nátt og nú er løgreglan so farin undir kanningarnar.

 

Reiðarin á Anitu er meldaður fyri at hava latið gørnini staðið í hálvan annan mánað, hóast lógin um vinnuligan fiskiskap sigur, at tey mugu í mesta lagi standa í 72 tímar.

 

Trupululeikin við gørnunum hjá Anitu komið fram í ljóðsið alment longu tann 3. apríl, tá ið  Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur kallaði tað eina umhvørvisgølu, at gørnini eru sloppin at standa so leingi, hóast tað beinleiðis stendur í lógini, at tey kunnu í mest lagi standa í 72 tímar.

 

Les eisini: Hetta er fúl skomm

 

Hann sigur, at gørnni halda fram at fiska. Men tann fiskurin, sum kemur í gørnini, kemur ikki til høldar, men rotnar bara burtur.

 

- Hetta er ein umhvørvisgøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í málinum um Anitu, raka Føroyar hart, segði Kjartan Hoydal longu 3. apríl. 

 

Tískil skilti hann ikki, at myndugleikarnir bara lótu standa til.

Tað gjørdu teir so heldur ikki, tí síðani hevur Vørn meldað reiðaran á Anitu.

 

Verður reiðarin á Anitu dømdur, kann hann fáa bót.