Seinasta samdøgrið hjá løgregluni hevur verið merkt av stóra konserttiltakinum í Vágsbotni í Havn, Voxbotn.
Men sambært vaktleiðaranum á politistøðini, so hava tað bara verið smærri uppgávur, sum tey hava loyst. Onkrar ósemjur millum fólk, har løgreglan hevur meklað, og so hava tey koyrt onkur full fólk til hús. Vaktleiðarin sigur, at samarittarnir hava sum altíð verið óførir og hava hjálpt fólki, sum eru komin illa fyri.
Og so kannar løgreglan eitt harðskapsmál, har fráboðan er komin um, at ein persónur hevur sligið ein annan, sum fekk nakað av skaða. Tað málið verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin. Hetta var tó ikki inni á konsertøkinum í Vágsbotni.











