Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at í nátt vórðu tilsamans 49 nummarplátur tiknar, 40 í miðøkinum og níggju í norðurøkinum.
Hetta eru plátur, sum eru tiknar fyri vektgjald, trygging ella bilsýn.
- Men, tað er ikki bara um náttina, at plátur verða tiknar fyri eftirstøður ella bilsýn. Síggja vit parkeraðar - ella koyrandi - bilar, sum eru á listanum hjá Akstovuni til tøku av plátum, verða pláturnar tiknar.
Løgreglan sigur, at síðan í gjár eru einir tíggju bilar tiknir av aftur tøku-listanum, tí bileigarar hava fingið viðurskiftini í rættlag.
- Enn hava vit nakrar bilar eftir á listanum, og tí kann tað saktans loysa seg at avgreiða viðurskiftini, so pláturnar á bilunum, sum vit enn ikki hava funnið, verða hangandi, sigur vaktleiðarin.