Sambært grein 11 í ferðslulógini, stk. 1, jf. § 1, er tað ólógligt at nýta motorakfar á øki ferðslulógarinnar, tá tað ikki er skrásett.
Eitt rennihjól er eitt motorakfar.
– Nýtslan av einum rennihjóli (motoriserað akfar) uttan skráseting á øki ferðslulógarinnar er tí brot á lógina, sum bót verður givin fyri, um løgreglan hittir teg, skrivar løgreglan.
Tað er ikki endaliga avklárað um eitt rennihjól kann brúkast á føroyskum øki. Tann spurningin royna vit at fáa svaraðan í samstarvi við viðkomandi myndugleikar.
Løgreglan skrivar, at royndir úr øðrum londum vísa, at tað henda nógvar vanlukkur við rennihjólum.
– Tað er tí, at javnvágin er vánaliga, tú tú stendur. Samstundis eru hjólini lítil, sjálvt eitt lítið hjól á vegnum kann føra til, at tú dettur og kemur álvarsliga til skaða, skrivar løgreglan.
– Eitt rennihjól er heldur ikki eitt leika. So tí eisini eini góð ráð – børn kunnu heldur ikki lógliga nýta eitt rennihjól á øki ferðslulógarinnar.
– Ráð okkara eru tí – ansa tær sjálvum og øðrum í ferðsluni og brúka bert eitt akfar lógliga. Velur tú at brúka eitt el rennihjól á privatum øki, eigur tú sum tað minsta at brúka súkkluhjálm til at verja teg sjálvan, skrivar løgreglan.