Løgreglutíðindi: Fimm innbrot og ein eldsbruni

Ótangar hava verið upp á spæl í Fuglafirði náttina til mánadagin. Teir hava brotið inn í fimm handlum og virkjum

Tá løgreglan møtti til arbeiðis í Runavík mánadagin lá ein langur listi fyri teimum.

Ein eldsbruni á Strondum og ikki færri enn fimm innbrot í Fuglafirði skuldu kannast nærri.

Leygardagurin var annars fyrimyndarliga friðarligur og sunnudagurin við.

Sunnudagin brúkti løgreglan til at gera ferðmátingar. Úrslitið var at 11 bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt, men eingin teirra so skjótt at viðkomandi missir koyrikortið.


Eldsbruni á Strondum

Mánamorgunin fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í einum bilverkstaðið á Strondum.

Tað var so heppið, at sløkkiliðið á Skála hevði venjingar og tí vóru samlaðir.

Teir komu skjótt á staðið og fingu bast eldinum, sum var byrjaður í køkinum. Enn er ikki vist hvør orsøkin var.


Innbrot í Fuglafirði

Mánamorgunin fekk løgreglan fráboðan um fimm innbrot í Fuglafirði.

Tað vísir seg at vera ein afturvendandi trupulleiki í Fuglafirði við innbrotum og herverkum.

Hesaferp er brotið inn í Keypsamtøkuni, á sleipistøðini, í Toystovuni, í Timburhandlinum og hjá Kato.

Í øllum førum er brotið inn eftir peningi, men ótangarnir hava eisini stjolið sigarettir og skógvar.

Løgreglan í Runavík hevur góð spor at ganga eftir og hevur greiðar ábendingar um hvørjir ótangarnir eru.