Nýggja landsstýrið, sum tók við 13. apríl. Broytingar í stjórnarráðum krevur, at játtanir verða fluttar millum nýggju stjórnarráðini. Mynd: Álvur Haraldsen

Løgtingið skal játta pengar til flyting av málsøkjum

Nýggja samansetingin av landsstýrinum krevur, at pengar verða fluttir millum ymsu stjórnarráðini

Nýggja landsstýrið, sum tók við 13. apríl. Broytingar í stjórnarráðum krevur, at játtanir verða fluttar millum nýggju stjórnarráðini. Mynd: Álvur Haraldsen

Á tingfundinum í morgin fer Løgtingið undir 1. viðgerð av »Uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026«, Tað snýr seg um flytingar millum stjórnarráð vegna nýtt málsøkjabýti.

 

Løgtingsval var hósdagin 26. mars og nýtt landsstýri varð skipað mánadagin 13. apríl. Nýtt málsøkjabýti er lýst við fráboðan.

 

Tað er Aksel V. Johannsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt málið fram og hann skrivar í viðmerkingum til uppskoti, at løgtingsvalini vanliga hava verið á heysti, og hevur siðvenjan verið, at fíggjarlógaruppsetingin varð óbroytt árið út, hóast nýtt málsøkjabýti.

 

– Uppsetingin eftir nýggja málsøkjabýtinum hevur verið tikin við í fíggjarlógina komandi. Hesaferð var løgtingsvalið so tíðliga á árinum, og tískil eru játtanirnar í fíggjarlógini fluttar óbroyttar á ábyrgdargreinar samsvarandi nýggja málsøkjabýtinum.

 

– Eftir eru játtanirnar hjá stjórnarráðunum, har játtanir verða broyttar, niðurlagdar og upprættaðar. Henda útreiðsluneutrala eykajáttan innheldur hesar játtanarflytingar, skrivar hann.

 

– Við hesi eykajáttan er øll fíggjarlógin fyri 2026 sett upp samsvarandi nýggja málsøkjabýtinum, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Trýst her fyri at síggja uppskotið

 

 

 

Nýggja landsstýrið, sum tók við 13. apríl. Broytingar í stjórnarráðum krevur, at játtanir verða fluttar millum nýggju stjórnarráðini. Mynd: Álvur Haraldsen