Í morgin skal Løg­ting­ið játta peng­ar til H-bygningin

Tingfundur verður í morgin klokkan 13. Tvey mál eru á skránni. Annað er at játta pengar til at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Hitt er um snús

Málið hevur verið bæði til 1. viðgerð, nevndarviðgerð og 2. viðgerð í Løgtinginum. Pengar eru játtaðir á fíggjarlógini, so tí væntar bert samtykt við 3. viðgerð.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at hon hevur fingið eina umbøn frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at kalla tingið saman at viðgera málið endaliga.

 

Hitt málið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning. Tað snýr seg um eina økniliga rætting í sambandi við avgjald á leyst snús, sum inniheldur tubbak.

 

Tað ber væl til at kalla tingið saman, hóast val er útskrivað, men vanliga verður tað ikki gjørt, uttan so at okkurt átrokandi er á skránni - og verður mett, at hetta málið er so mikið átrokandi.

 

Bjørt Samuelsen sigur, at hevur tosað við forfólkini hjá flokkunum á tingi at vita, um tey eru við upp á tað. Og sum tað skilst á onkrum teirra, hon hevur tosað við, so er ætlanini, at Løgtingið bara skal samtykkja málið uttan orðaskifti.

 

Tá málið var til 2. viðgerð í Løgtinginum 24. februar varð tað samtykt við 26 atkøvðum fyri 3 blonkum atkvøðum.

 

Soleiðis atkvøddu tingfólk tá:

 

##med2##

##med3##

##med4##